Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggj trygdarfremjandi átøk í ferðsluni

klaksvik.fo

Seinastu tíðina hevur Klaksvíkar kommuna framt fleiri trygdarfremjandi átøk, har kommunan hevur bøtt um trygdina hjá ferðandi við bili og til gongu. Ein liður í hesum átaki er ein royndarverkætlan, har Vegadeildin hevur sett upp nýggjar vegbungur úr plasttilfari, ístaðin fyri asfalt.

Í fyrsta umfarið eru vegbungur settar upp á Nýggjavegi, Niðan Horn, Heygavegi og á Kjalarvegnum. Harumframt eru onnur trygdarfremjandi átøk framd, eitt nú er fleiri nýggir gonguteigar og fleiri nýggj skelti eru sett upp.