Á ársins síðsta degi 2020 kom Magni Husgaard út við síni fyrstu útgávu við navninum Husgaard.
Útgávan, ið ber heiti Reflections, er ein samansavning av 5 instrumentalum løgum í sjangruni pop/jazz. Stutt um útgávuna sigur Magni, at tónleikurin onkursvegna er ein hugleiðing um lívið, sambandið millum menniskju, tilveruna og tað andaliga.
Tónleikarar á útgávuni eru:
- Guitar: Petur Hans Niclasen
- Kontrabass: Eyðun Johannesen
- Trummur: Høgni Klakkstein
- Klaver: Magni Husgaard
Magni Husgaard hevur skrivað øll løgini – lagið Jane Doe hevur hann skrivað saman við Peturi Hans Niclasen.
Hans Poulsen hevur tikið upp í Bloch Studio og IntroVers Studio. Óli Poulsen hevur mixað, og myndirnar, sum eru tiknar í sambandi við útgávuna, hevur veingir tikið.



