Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggj útgerð til línuflotan

John William Joensen

Kjølbro Heilsøla, sum er nýtt umboð fyri Mustad framleiðslur, bjóðar teimum báðum norðmonnunum Leif Erich Dørffel (48), góðskusamskipara hjá O. Mustad & Søn og Svein Erik Bakker (38), sølustjóra hjá Dyrkorn AS, sum koma til Føroya í komandi viku, at vera hjartaliga vælkomnar.

Teir eru komnir at seta gongd á søluna av tí nýggju egningarmaskinuni – Coastal Autoline system – hjá Mustad og at fremja eitt søluátak fyri Mustad húkum og øðrum framleiðslum, herundir svøvlalínurnar, sum Dyrkorn framleiða fyri teir.
 
Møguleiki at síggja Mustad Coastal skipanina
Við sær hava teir bæði egningarmskinuna og nýggju stokkarnir – MagPacker – og saman við Poul Andrias Mikladal (55) og Finn Baldvinsson (30) frá Kjølbro Heilsølu, fara teir at sýna skipanina fram á ymsum støðum kring landið, umframt húkar og línur.  Føroyskir línumenn fáa á hendan hátt eitt frálíkt høvi at síggja, kanna og meta um skipanina sjálvir og at hoyra eina stutta framløgu um, hvussu skipanin er gjørd, og hvussu hon virkar.
 
Fyrimunirnir við Mustad skipanini
Svein Erik fer at greiða frá, at hendan skipanin – Coastal system – er ein spildur nýggj samansjóðað útgáva av Mustad Autoline skipanini, sum hevur fullautomatiska egning, línu draging og húka skiljing.  Hetta ger, at tað slepst undan tíðarkrevjandi arbeiðinum at egna og at beina gamalt agn burtur av aftur húkunum, og at stríðast við fløktar línur, tá túrurin er liðugur. Skipanin ger arbeiðið bæði smidligari og sjálvstøðugari hjá smábátum og meðalstórum fiskiførum, minkar manningina niður í helvt, og gevur tessvegna øktar inntøkumøguleikar.
 
Freistandi prísir
Sjálvvirkandi línuskipanin – Mustad Coastal Autoline system – sum verður á framsýningini, verður til sølu, og møguleikar verða eisini fyri sertilboðum á bæði húkum og línum.
 
Opið Hús á Kjølbro Heilsølu
Ferðin byrjar og endar í Klaksvík, har opið hús verður báðar dagarnar á Kjølbro Heilsølu.  Jákup Mikklesen, stjóri á Kjølbro Heilsølu, sigur, at eftir at hava selt Mustad húkar í mong ár, fegnast hann um at kunna bjóða fullfíggjaðar línuskipanir saman við eykalutum og línum. Hann metir, at hendan nýggja sjálvvirkandi línuskipanin – Coastal Autoline system – endiliga gevur teimum miðalstóru bátunum somu fyrimunirnar, sum teir størru bátarnir hava havt tey seinastu 30 árini.
 
Burðardyggur veiðiháttur
Hann vísir eisini á, at línufiskiskapur er ein av dygdarbestu fiskihættunum, og í hesum tíðum við avmarkaðum fiskidøgum og ótta fyri minkandi fiskastovnum í framtíðini, eiga allir møguleikar at verða troyttir at útvega línumonnum ta útgerð og tænastu, sum kann lætta um teirra arbeiði og gera tað meira gagnligt.
 
Mustad hevur drúgvar royndir í Føroyum
Leif Erich, sum hevur arbeitt hjá Mustad tey seinastu 28 árini, sigur, at O. Mustad & Søn AS er heimsins størsti húkaframleiðari og heimsins fremsti útvegari av sjálvvirkandi línuútgerð. Felagið hevur selt sjálvvirkandi línuskipanir – Autoline systems – í Føroyum síðani fyrst í 70’unum, tá ið Jógvan á Gørðunum sum tann fyrsti fekk sær hesa útgerð. 30 ár seinni eru nakrir og 30 føroyskir línubátar útgjørdir við Mustad skipanini. Ein av hesum er Jákup B, sum er ein tann besti av føroysku línubátunum.
 
Mustad-Dyrkorn samarbeiði
Mustad er fyri stuttum farin í samstarv við Dyrkorn at framleiða svøvlalínu. Ymisk snið og ymsar longdir og tjúkdir (5,5mm – 11,5mm) við metal ella plast stopparum og við at nýta polyester ella danline/polyester blandað snøri. Línurnar verða framleiddar á fabrikkini við bryggjuna í Ålesund, har høvuðsstøðin hjá Drykorn er. 
Svein Erik arbeiðir í Ålesund, har hann hevur arbeitt fyri Dryrkorn farnu fýra árini.  Frammanundan var hann verkfrøðingur hjá Mustad í Noregi og kennir sjálvirkandi línuskipaninar – the Autoline Systems – væl og virðiliga.  Hann sigur, at Dyrkorn hevur framleitt snøri og fiskireiðskap í meira enn 85 ár og gera sær ómak sjálvir at lurta og læra, hvat kundarnir veruliga ynskja. Dyrkorn broytir framleiðsluna hjá sær áhaldandi, so hon hóska betur til tørvin hjá kundanum. Fleiri og fleiri bátar skifta línu til Dyrkorn.
 
Norðmennirnir gleða seg til at koma til Føroyar
Svein Erik og Leif Erich fegnast um nýggja samarbeiðið millum Mustad og Dyrkorn, tí teir er sannførdir um, at “samarbeiðið fer at geva okkara kundum tað besta úrvali av línureiðskapi og útgerð á marknaðinum.” Hesin túrurin verður teirra fyrsti í Føroyum, og teir eru sera spentir at koma higar og fáa høvi at tosa við teir føroysku línumenninar um teirra royndir og serligu áhugamál.
 
Tíðarætlan
Poul Andrias Mikladal, sum hevur ábyrgdina av at samskipa hesa norsku vitjanina, hevur sett  tíðarætlanina (sí lýsing aðrastaðni í blaðnum), sum verður fylgd í vikuni, sum teir vitjandi eru í landinum. Hann sigur, at bilurin hjá Kjølbro Heilsølu verður á ymsu støðunum frá kl. 9 til 18 allar dagarnar í komandi viku, og fyrilestrarnir hjá norðmonnunum verða kl. 10 og 15, saman við onkrum til ábits.  Men um onkur ikki kann koma til ásettu støðini, eru teir vælkomnir at ringja til hansara, nær tað skal vera á 21 62 70, og avtala tíð til at síggja útgerðina.