Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggj viðgerðarstova letur upp leygardagin

Jóhann Lützen

Tina Rasmussen letur upp viðgerðarstovu leygardagin 8. desember og hevur opið hús frá kl. 14 til 20 á Klaksvíksvegi 77. Viðgerðarstovan, sum kallast Bata, hevur trý sløg av viðgerðum.

Vit hava sett Tinu Rasmussen stevnu á Klaksvíksvegi 77, har hon eigur og rekur viðgerðarstovuna Bata. Inni er heitt og fjálgt og ein fær kensluna av vælveru inni í nýggju og snotuligu hølunum. Tina setur seg í stóra svarta stólin og greiður eldhugað frá. Sum Tina sjálv sigur, so er hennara mál at hjálpa fólki til bata, heilt einfalt at hjálpa fólki at finna batar í sínum lívi.

Tina Rasmussen er útbúgvin bæði sum gestaltpsykoterapeaut og matmentor. Hesar útbúgvingar hóska sera væl saman, har t.d. gestaltpsykoterapiin leggur dent á at hjálpa fólki at taka ábyrgd fyri egnum lívi, í meðan metmentor-útbúgvingin fokuserar á at hjálpa fólki við etingarólagi, og fólki, sum hava eitt trupult samband við mat og egnan kropp, sigur Tina.

– “Harumframt  havi eg keypt eina sokallaða Beauty Angel maskinu, sum er ein kabina við 42 infrareyðum ljósum. Hendan maskinan hevur eina kliniskt dokumenteraða effekt, ið gevur slættari og vakrari húð. Beauty Angel-ljósið minkar um rukkur, fínar linjur, arrvevnað, strekkmerkir og óreina húð”, upplýsir Tina.

Nú Tina letur nýggju viðgerðarstovuna upp leygardagin hevur hon nøkur heilt serlig tilboð.

– “Tunnilsdagin 8. desember luti eg burtur eitt gávukort á 12 viðgerðir, við virði uppá 2.499 kr. Øll vitjandi verða við í lutakastinum”, sigur Tina.

– “Tunnilsdagin bjóðar Bata okkur leskiligt ábit, og tað hevði glett meg at sæð nógv fólk. Til ber eisini at keypa gávukort til viðgerðirnar, sum eisini eru eitt gott jólagávuhugskot”, sigur Tina Rasmussen at enda.