Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggj vitan

Tíðindaskriv

Nú sunnudagin kl. 15.00 hevur Óli Olsen fyrilestur um nýggju bókina í Norðurlandahúsinum. Aftaná signerar hann bókina í básinum hjá Rit & Rák.

Í nýggju bókini ”Nólsoyar Páll – siglingarmaður og skald” eftir Óla Olsen kemur nógv forkunnugt undan kavi. Eitt nú fáa vit at vita, hvussu siglingarhetjan sigldi um Atlantshav.

Nólsoyar Páll var burtur í fleiri ár. Eingin frætti frá honum, og eingin roknaði við at síggja hann aftur á lívi.

Tá ið hann loksins kom afturíaftur, visti hann at siga, at hann hevði siglt fyri eitt stórt amerikanskt handilshús millum Amerika og Evropa – fyrst sum stýrimaður síðan skipari.

Tá í tíðini vóru bara seglskip, og vanliga bar ikki til at sigla stytstu leið, men ofta langan umveg. Neyðugt var at laga seg eftir høvuðsvindum og høvuðsstreymum fyri yvirhøvur at koma um havið.

Í einum brævi Nólsoyar Páls til rættin í Havn í 1806 sigur hann seg hava siglt sum skipari upp á Amerika, Vesturindia, Ongland, Frakland, Portugal, Danmark, Noreg og fleiri lond.

Á viðløgdu myndini yvir Norðuratlantshav hevur rithøvundurin leysliga teknað farleiðirnar, sum hann metir Nólsoyar Páll at hava siglt hesi árini.


Nú sunnudagin kl. 15.00 hevur Óli Olsen fyrilestur um nýggju bókina í Norðurlandahúsinum. 

Aftaná signerar hann bókina í básinum hjá Rit & Rák. 

Øll eru hjartaliga vælkomin.