Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggja býráðið skipar seg í kvøld

Danial Viðoy

Býráðslimir hava nú fingið innkalling til skipan av nývalda kommunustýrinum.

TÍÐINDASKRIV FRÁ TÓRSHAVNAR KOMMUNU:

Býráðslimir hava nú fingið innkalling til skipan av nývalda kommunustýrinum.

Kommunustýrislógin ásetir, at fyrstvaldi kommunustýrislimur gevur fundarboð og leiðir fundin, til borgarstjóri er valdur.

Fyrstvaldur kommunustýrislimur er Heðin Mortensen við 2506 atkvøðum.

Heðin Mortensen hevur tí innkallað til býráðsfund 30.12.2016 kl. 20.00 í Býráðssalinum.