Nýggja sermerkta býráðshúsið, sum Eysturkommuna letur byggja á Oyruni í Norðragøtu, tekur nú skap.
Nýggja sermerkta býráðshúsið, sum Eysturkommuna letur byggja á Oyruni í Norðragøtu, tekur nú skap.
Borgarstjórin, Jóhan Christiansen, segð tá farið varð undir at fyrireika byggingina, at málið var at húsið skuldi vera nakað heilt serligt, eitt staðarmerki fyri Gøtu, sum fólk løgdu merki til, tá ið tey komu til bygdina. Ikki kann sigast annað enn, at hesin málsetningurin sær út til at vera rokkin.
Nýggja ráðhúsið er einar 600 fermetur til støddar, og har verður móttøkuhøll, býráðssalur, skrivstovur og fundarhøli. Húsið er bygt tvørturum ánna og takið gongur niðurí jørðina báðumegin. Um onkur heldur, at vandi er fyri at fólk fara at ganga á takinum, so er tað júst ætlanin. Húsið skal nevniliga virka sum brúgv at ganga eftir.
Tað er teknistovan hjá Ósbjørn Jacobsen sum hevur teknað húsið, og kostnaðurin er mettur til 14 mió. krónur.




