Tað var ein stoltur og vælnøgdur borgarstjóri, sum á samkomu í nýggja býráðshúsinum í Eysturkommunu, kundi vísa fram nýtt búmerki og samleika
Røðan hjá Jóhan Christiansen, borgarstjóra í Eysturkommunu:
Tað er mær ein heiður at bjóða tykkum øllum vælkomin til hesa móttøkuna fyri Eystur Kommunu, har vit eisini skulu avdúka nýggja búmerkið fyri kommununa.
Nú eru tríggir mánaðir síðan nýggja kommunan var sett á stovn. Hesa fyrstu tíðina hava vit húsast í gomlu kommunuskrivstovunum í Leirvík og Gøtu. Tað var skjótt at tað gjørdist greitt, at við at verða í tveimum støðum fingu vit ikki tað allarbestu tænastuna til okkara borgara, samstundis sum tað var trupult at samansjóa umsitingarnar. Tískil gjørdu vit av at leiga hetta frálíka høli til umsitingina hjá Eystur Kommunu. Við sera góðum handverkið frá okkara egna fólki og við eitt sindur av hjálp uttanífrá hava vit í dag fingið eina sera snotiliga býráðsskrivstovu sum vit stolt kunnu vísa fram.
Síðani vit tóku avgerðina at flyta alla umsitingina her til Brimborgm, hava starvsfólk arbeitt langt út á kvøldarnar fyri at fáa alt uppá pláss. Tað skulu tey hava stóra takk fyri.
Her í Brimborg ætlað vit at húsast tey næstu trí árini og tá vænta vit at flyta inn í okkara egnu hølir í Norðagøtu. Í løtuni situr ein arbeiðsbólkur og arbeiðir við at kannað ymiskar møguleikar.
Vit sum hava tann heiður at stjørna Eystur Kommunu, politikara og umsiting, hava sett okkum nøkur mál, ið skulu eyðkenna Eystur Kommunu og borgarar hennara.
Vit vilja fegin leggja lunnar undir ein felags samleika, fyri allar borgara í kommununi. Berandi undir hesum samleikanum eru hesið lyklaorð:
Savnandi
– Eysturkommuna savnar allar borgarnar til eina felags eind, og umvent , so ynskja vit at allir borgarar savnast um Eystur Kommunu.
Vit skulu hava í huga, at í dag eru vit, ikki bert gøtufólk og leirvíkingar, men so sanniliga eisini eysturbúgvar.
Framsøkin
– Eysturkommunan er framburðarfús. Rótfest í tí arvi sum okkara forfedrar hava latið okkum, hyggja vit frameftir. Vit síggja møguleikar, ístaðin fyri forðingar. Vit arbeiða altíð við tí í huga at okkara eftirkomarar eisini skulu njóta gott av tí, vit í dag fremja í verki.
Opin og vinarliga
– Eysturkommuna er altíð opin og vinarlig yvirfyri borgarunum og gestum. Borgarin skal føla seg væl, tá hann setur kommununi stevnu.
Eysturkommuna er til fyri borgaran. Eisini er Eysturkommuna opin og vinarlig fyri nýggjum hugskotum. Men ikki minst, so er Eysturkommuna innbjóðandi fyri nýggjum samstørvum, tað verður seg kommunalt, vinnuligt, mentanarligt o.s.fr. Í Eysturkommunu eru øll vælkomin.
Sum ein savnandi og framsøkin eind, vil Eysturkommuna virka fyri góðum kørmum fyri vinnu og mentaanarlívi og tann einstaka borgaran, har opinleiki og vinarlag eru virðir, sum eyðkanna kommununa og tey fólk, sum í henni búgva
Hesi fýra lyklaorð: Savnandi, Framsøkin, Opin og vinarliga eru umframt tann staðbundna partin, hornasteinar undir nýggja búmerkinum, sum eg nú fari at vísa tykkum.
(red: síðani avdúkaði borgarstjórin nýggja búmerki.)
Um Búmerkið
Sólin rísur og sólin fer í kav – sólin, sum er upprunin til alt. Hesi framúrskarandi fyribrigdi koma einans fyri í eini kommunu í Føroyum – í Eysturkommunu. Sólin sæst rísa í Gøtu, og hon sæst fara í kav úr Leirvík.
Búmerki myndar sólina og vísir veg við síni kumpassrósu. Búmerkið strálar, tað er jaligt og opið. Tað er útfarandi og savnandi og tað er kraftmikið við síni egnu kjarnu, og her streymar nógv megi úr.
Búmerkið er lætt at kenna:
Liturin er sjálvandi morgunroðin ella sólsetur. Reyðguli liturin vísir styrki – styrki at vera sín egin.
Skriftsniðið er svar og er mótspæl til sjálvt búmerkið.
Skriftsniðið er úr skriftini “Max”. Skriftin kennist sera vinarlig at hyggja at og stendur væl, sum eitt mótspæl til sólina, sum er meira kraftmikil og kantut.
Skriftsniðið er sermerkt, vinarligat og lætt at lesa.
Arbeiðið við at tekna búmerkið fór fram á tann hátt, at ein bólkur úr kommununi bleiv niðursettur. Hann var mannaður av fyrrverandi borgarstjórunum úr Gøtu og Leirvík, borgarstjóranum fyri Eysturkommunu, umframt umboðum fyri umsitingina. Vit høvdu so nakrar fundir við Sansir, ið hava tekna búmerkið. Saman við Sansum hava vit verið afturi í víkingatíðini, upp gjøgnum tíðirnar og út í framtíðina. Vit hava tosa um hvat tað er, sum eyðkennir okkara kommunu, og ikki minst tað, sum vit halda skal eyðkenna kommununa í framtíðini. Bæði gamalt og nýtt.
Síðani fóru Sansir undir at tekna, og úrslitið síggja tit her í dag. Haldi persónliga at hetta er vælaverk, og sum vit stolt kunnu vísa fram. Hetta skal Sansir eisini hava takk fyri.
Eftir hjá mær er bert at siga, enn einaferð vælkomin til hesa móttøku, og vónandi fara vit at hugna okkum her eina løtu.
Takk fyri




