Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggja fiskivinnunevndin mannað og arbeiðir í loyndum

John William Joensen

Fiskimálaráðið váttar at eingi skjøl ella notat eru sum vísa hvussu nýggja fiskivinnunevndin varð mannað. Allar samrøður vóru munnligar og tað var landsstýrismaðurin sjálvur sum saman við ”leiðsluni” í fiskimálaráðnum sum útpeikaði og setti nevndarlimirnar.

Fiskimálaráðið váttar at eingi skjøl ella notat eru sum vísa hvussu nýggja fiskivinnunevndin varð mannað. Allar samrøður vóru munnligar og tað var landsstýrismaðurin sjálvur sum saman við ”leiðsluni” í fiskimálaráðnum sum útpeikaði og setti nevndarlimirnar.

Hóast arbeiði, sum nevndin ið skal gera nýskipan fyri fiskivinnuna, er eitt tað mest týðandi fólkaræðisliga átak í nýggjari tíð, so viðgongur fiskimálaráðið í brævið til Norðlýsið, at arbeiði at manna nevndina hevur gingið fyri seg í loyndum og eingi notat ella onnur skjøl eru sum almenningurin kann fáa innlit í.

Alt er farið fram munnligt og uttan notat vórðu skrivað

Aðalstjórin í Fiskimálaráðnum svarar Norðlýsinum, at Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum og leiðslan í Fiskimálaráðnum umrøddu málið leysliga, óformligt, dagarnar eftir, at samgongan varð skipað.

Í september mánaða hevði landsstýrið arbeiðsfundir við Gjógv …. Á sama fundi kunnaði landsstýrismaðurin stutt um, hvussu ein arbeiðsbólkur/nevnd kundi mannast, eins og hvørji virkisøki arbeiðið í bólkinum skuldu fevna um og harvið, hvørjir førleikar kravdust….

Leiðslan í Fiskimálaráðnum gjørdi eitt bruttoyvirlit yvir persónar, ið kundu javnsetast við nevndu øki.

Eftir eina ítøkiliga meting av øllum bruttolistanum, gjørdu landsstýrismaðurin og leiðslan í Fiskimálaráðnum eina niðurstøðu, ið fevndi um 9 persónar, ið skuldu manna arbeiðsbólkin, eins og 3 persónar, ið skuldu mynda skrivaratoymið. …….

Einki notat var skrivað frá fundunum ella telefonsamrøðunum sum m.a. landsstýrismaðurin hevði við nevndarlimirnar. Sostatt ber heldur ikki til hjá almenninginum at fáa innlit í hendan annars sera týðandi partin av tilgongdini.

….Ítøkiliga varð arbeiðsbólkurin/nevndin sett á tann hátt, at umboð fyri Fiskimálaráðið munnliga setti seg í samband við ætlaðu umboðini til bólkin. Tá semja munnliga var gjørd um, at viðkomandi kundi manna bólkin, var endaliga støðutakanin viðvíkjandi avgerðini í málinum fest í eitt tilnevningarskriv, sum varð sent limunum í arbeiðsbólkinum…..

Ítøkiliga varð arbeiðsbólkurin/nevndin sett á tann hátt, at umboð fyri Fiskimálaráðið munnliga setti seg í samband við ætlaðu umboðini til bólkin. Tá semja munnliga var gjørd um, at viðkomandi kundi manna bólkin, var endaliga støðutakanin viðvíkjandi avgerðini í málinum fest í eitt tilnevningarskriv, sum varð sent limunum í arbeiðsbólkinum.

Landsstýrismaðurin gjørdi av, at arbeiðsbólkurin/nevndin skuldi ikki verða umboðandi ávísar partar í vinnuni. Hinvegin varð gjørt av, at til tess at fáa eitt so sterkt kjølfesti undir víðari arbeiðinum við at fremja eina nýggja fiskivinnuskipan, skuldu knýtast tveir fastir hoyringsbólkar afturat arbeiðinum: ein hoyringsbólkur mannaður við 2 umboðum úr hvørjum politiskum flokki og ein mannaður við vinnu- og fakfelagsumboðum.

Setanarbrævið hjá formanninum í nevndini vísir eisini at hann skrivliga hevur bundið seg til ikki at úttala seg alment, og hetta tí ikki var sjálvvalgt men álagt av fiskimálaráðnum ella landsstýrismanninum.