§1 í norsku fiskivinnulóggávuni stendur tiliskilað at lógin hevur trý høvuðsendamál: AT tryggja at fiskivinnan er burðardygg og á ein rationellan hátt brúkar fiskatilfeingið….. AT økja lønsemið og virðiskapanina og harvið tryggja búseting og arbeiðspláss kring um í landinum…. AT úrtøkan av virðisøkingini av havtilfeinginum framhaldandi kemur ”kystbefolkningen” úti um landið til góðar.
Í §1 í norsku fiskivinnulóggávuni stendur tiliskilað at lógin hevur trý høvuðsendamál
at tryggja at fiskivinnan er burðardygg og á ein rationellan hátt brúkar fiskatilfeingið.
at økja lønsemið og virðiskapanina og harvið tryggja búseting og arbeiðspláss kring um í landinum .
at úrtøkan av virðisøkingini av havtilfeinginum framhaldandi kemur ”kystbefolkningen” úti um landið til góðar.
Miðsavningin til høvuðsstaðin hevur leingið verði ein undirstreymur í føroyskum politikki sum skiftandi samgongur og øll politiska skipanin ikki hevur tora at nomið við. Ynskja vit einar Føroyar sum byggja á fiskiríkidømi í havinum, ella vilja vit einar Føroyar, har alt skal savnast um eina miðju, har vit skapa eina norðurlendsk provins býarmentan, sum lívbjargar sær við at selja tilfeingið í havinum til hægstbjóðandi ár eftir ár.
Landsstýrismaðurin hevur sett eina nýskipanarnevnd við fólki sum í veruleikanum skulu fremja eina kollvelting av fiskivinnuni. Avgjørt er politiskt at nú skal tað sum Norðoyggjar, Eysturoy, Suðuroy, Vágar, Norðurstreymoy hava livað av – bjóðast út til hægstbjóðandi og miðjan í landinum skal síðani deila vinningin.
Stórur munur er á norsku lóggávuni sum júst tekur hædd fyri teimum sum liva av virðisøkingini í vinnuni:
at tryggja at fiskivinnan er burðardygg og á ein rationellan hátt brúkar fiskatilfeingið.
at økja lønsemið og virðiskapanina og harvið tryggja búseting og arbeiðspláss kring um í landinum .
at úrtøkan av virðisøkingini av havtilfeinginum framhaldandi kemur ”kystbefolkningen” úti um landið til góðar.
Hesir setningar áttu at havt pláss sum endamálsorðing fyri nýggju føroysku fiskivinnulóggávuna.




