Aksel Jóhannesen, landsstyrismaður í heilsumálum, vísir aftur at tað fyriliggur nøkur samgonguavtala er sum sigur at nýggi stovnurin skal liggja í Sandoynni
Í samband við avgerðina hjá landsstýrismanninum í Heilsumálum at leggja nýggja heilsutrygdarstovnin í Klaksvík hevur m.a. løgtingslimurin Gerhard Lognberg víst á at ein avtalað varð gjørd í samgonguni um at stovnurin skuldi liggja í Sandoynni. Men hesum vísir landsstýrismaðurin aftur.
– Avgerðin at leggja nýggja stovnin í Klaksvík var fyrst løgd fram á fundi í Javnaðarflokkinum og tá var tað eingin sum mótmælti men nevnt var at Hans Pauli Strøm hevði havt ætlanir um at leggja stovnin á Sandoynni. Einki varð nevnt um nakra samgonguavtalu.
– Gerhard Lognberg, sum ikki var við á fundinum, hevur síðani í útvarpinum ført fram at ein samgonguavtala er um at leggja stovnin í Sandoynni – men hetta er ikki rætt.
– Eg havi spurgt meg fyri um hesa avtalu, og tað vísir seg at tá samráðingar vóru um at skipað CHE samgonguna var gjørd ein munnlig avtala um at leggja nýggja stovnin í Sandoynni. Eingin slík avtala varð gjørd tá ABC samgongan var skipað.
– Tað stutta tíðarskeiði CHE samgongan sæt umhugsaði Hans Pauli Strøm at leggja stovnin í Sandoynni, men meira spurgdist ikki burtur úr.
– Annars er tað ikki rætt at partamenn kjaksat í fjølmiðlunum um slík mál. Løgtingsmaðurin átti heldur at tikið málið upp á fundi við landsstýrismannin, sigur Aksel Jóhannesen at enda .
Sum skilst verða sjúkrakassarnir lagdir saman í ein nýggjan stovn á nýggjárinum og vantandi fer stovnurin at virka frá 1. apríl.




