Fyrr í ár samtykti býráðið at keypa nýggja maskinu at grava gongubreytir við. Nú fyrsti kavin hevur lagt seg, er hon so komin í nýtslu. Maskina kann lættliga skifta millum at hava blað, skuffu, saltara og onnur amboð at arbeiða við.

Í morgun sat Jón Harald Poulsen í maskinuni og lat hann væl at hesum nýggja amboði, sum kann gera so nógv. Eru tvær gongubreytir við hvønn veg, so hevur henda lítla fitta og raska maskinan, ið er uppbygd sum ein gummiged, tvífalt so nógv at grava, sum maskinurnar á vegunum.
Maskinan riggar ómetaliga væl, og eg haldi at fólk eru sera glað fyri, nú lættari er at ganga á gongubreytunum, sigur Jón Harald Poulsen.
Í fyrstu syftu hevur niðasti partur av býnum hægstu raðfesting, eins og grivið kann verða runt um teir mongu kommunalu stovnarnar við hesum nýggja graviamboði. Jú, talan er um eitt hent amboð, sum kemur at bøta nógv um.