Á fundi avgjørdi nevnd og eigarar, at nýggja navnið til venjingarmiðstøðina verður Íðka
47 navnauppskot vóru innkomin, og vóru nógv av teimum góð, men á fundinum varð eisini tosað um navnið Íðka, ið yndi fitness í Klaksvík kallaðist av fyrstan tíð, tá Jógvan Johannesen var eigari.
Navnið Íðka er stutt, liggur væl á tunguni og gevur eina góða ábending um virksemið.
Av innkomnu nøvnunum varð besta navnið valt, og uppskotsstillarin fekk handað eitt 12 mánaðar hald, tó at navnið ikki verður brúkt.
Jógvan Johannesen hevur givið loyvi til, at vit nýta navnið Íðka, og í tí sambandi valdi Íðka eisini at lata Jógvani eitt 12 mánaðar hald.
Íðka ynskir at takka øllum, ið luttóku í navnakappingini.




