Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggja Norðborg seinkað

John William Joensen

Eyðun Rasmussen, stjóri hjá P/F Christian í Grótinum, sigur at kvaliteturin á arbeiðinum er sera góður, men tað gongur heldur seint við at fáa skipið liðugt.

Tann 20. Februar í ár var nýggja Norðborg sjósett á Chilensku skipasmiðjuni Asmar og upprunaliga ætlanin segði at skipið skuldi handast 24. Juni, men síðani var tað broytt til 26. August.

– Vit arbeiða í løtuni framm ímóti at skipið skal verða leyst frá skipasmiðjuni á jólum, sigur Eyðun Rasmussen, stjóri.

– Tað hava verið nógvar seinkingar men vit eru sera væl nøgdir við tað arbeiði sum er gjørt tí tað er veruligt kvalitetsarbeiði.

Sambart stjóranum eru fýra mans frá reiðarríðinum í Chile og hava dagligt eftirlit við byggingini.

Um nýggju Norðborg
Sáttmálin, sum P/F Hvalnes skrivaði undir við Chiliensku skipasmiðjuna, er tann størsti nakrantíð í føroyskar fiskiskipasøgu.

Hann er uppá 250 milliónir krónur og frá reiðararíðnum verður sagt at samlaði byggikostnaðurin verður um 270 milliónir krónur.

Skipið á stødd við Atlantic Navigator, sum er 94,6 m langur og 18,5 m breiður og nýggja Norðborg er 83,6 m langur og 18,4 breiður.

Nýggja Norðborg kann framleiða burturúr 500 – 600 tonsum av rávøru um samdøgri.

Manningarrúm eru til 28 fólk í 22 kømurum við wc, brúsu og øðrum hentleikum.

Høvuðsmotorurin 8000 hk og ljósmotorurin er 3400 hk.

Verður á Klaksvík í januar
Eyðun Rasmussen, stjóri, sigur at tað tekur einar tríggjar vikur at sigla Norðborg heim og tí verður skipið vantandi á Klaksvík um miðjan januar.

At teir eru nøgdir við byggikostnaðin er lítil ivi um, tí skipasmiðjan hevur fyri kortum givið norskum reiðarríði tilboð uppá at byggja sama skipið og sambart hesum tilboðinum skal byggikostnaðurin fyri Norðborg á 270 milliónir krónur – faldast við 1,7.

Myndirnar eru tiknar seinastu viku