Tryggingarfelagið Føroyar víðkar virksemið til eisini at fevna um eitt pensjónsfelag.
Nýggjasti sprotin hjá føroyska tryggingarfelagnum eitur Betri pensjón. Sambært stjóranum, Mortani Poulsen, fer nýggja felagið til verka innan eitt hálvt ár.
Tryggingarfelagið Føroyar hevur sett ferð á arbeiðið við nýggja pensjónsfelagnum, sum hevur fingið navn, búmerki og heimasíðu. Felagið, sum eitur Betri pensjón, varð formliga stovnað í gjár.
– Higartil hevur alt fyrireikingararbeiðið gingið sum ætlað, og vit arbeiða nú miðvíst við at fáa allar smálutir á pláss, sigur stjórin í Betri pensjón, Mortan Poulsen, sum er sera fegin um navnið, ið nýggja pensjónsfelagið hevur fingið.
– Orðið Betri gevur okkum óteljandi møguleikar, samstundis sum tað er ógvuliga einfalt og sigur alt. Betri kann sum orð brúkast bæði einsamalt og saman við øðrum orðum, so tað altíð til fulnar kann lýsa okkara virksemi, sigur hann.
Nú ið Betri pensjón er farið at fáa veruligt skap, eru átta fólk í starvi. Tey arbeiða øll við mongu neyðugu fyrireikingunum, áðrenn felagið endaliga stígur inn á marknaðin við sínum mongu tilboðum og tænastum.
– Vit ætla at fevna breitt. Betri pensjón fer at bjóða privatkundum, fakfeløgum og virkjum einfaldar og fjølbroyttar tænastur. Tað skal vera lætt og ómaksleyst – fyri ikki at siga betri – hjá øllum at brúka Betri pensjón, leggur Mortan Poulsen dent á.
Tá ið Betri pensjón av álvara fer at bjóða pensjónir og lívstryggingar í summar, verður
hetta partvíst gjørt gjøgnum deildirnar hjá Tryggingarfelagnum Føroyum, men eisini á heimasíðuni, www.betri.fo.
Heimasíðan verður eitt amboð, sum Betri pensjón fer at brúka nógv. Longu nú ber til at leita sær inn hagar at kunna seg um nýggja felagið og virksemið.




