Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggja ráðið hjá MFS

Danial Viðoy

Týsdagin 11. august, hevði Meginfelag Føroyska Studenta aðalfund í reinsarínum. Ellivu fólk vórðu vald í nýggja ráðið, har fýra av teimum vóru nývald. Nýggjur formaður í MFS er Torstein Jóhannes Fríðfinsson. Fitt av fólkið varð møtt upp til aðalfundin, sum hevði nógv spennandi á skránni. Aðalfundurin byrjaði kl 17, har ymisk praktisk viðurskiftir og kjak vóru á skránni. Síðani hevði Bústaðir eitt upplegg um ætlaninar um at gera lestraríbúðir í Føroyum, og at enda var live tónleikur við Benjamini Petersen. Á aðalfundinum bleiv heitt á ráðið um at arbeiða við nógvum spennandi viðurskiftnum, har serliga arbeitt verður fyri týdninginum hjá lesandi í Føroyum.

Á aðalfundinum bleiv heitt á ráðið um at arbeiða fyri: At taka samstarv upp við ISIC, soleiðis at lesandi kunnu fáa ágóðan av lestrarkortinum sum ISIC kann bjóða. At arbeiða fyri, at tað skal gerast lættari hjá útisetum at taka ymisk fak og próvtøkur í Føroyum, uttan at tað skal hava fíggjarligar avleiðingar fyri tey lesandi. Ráðið samtykti eisini at seta eina lokala Føroyadeild á stovn, sum hevur til endamáls at arbeiða fyri at betra um lestarlívið hjá teimum lesandi í Føroyum.

Á tann hátt vil ráðið og Føroyadeildin arbeiða miðvíst fyri: At lestrarstuðulurin skal hækkast, at tey lesandi fáa lestraríbúðir, og at lestrarmøguleikaranar í Føroyum gerast enn betur. Ráðið
fegnast um, at ein lokal Føroyadeild er sett á stovn, har sjey limir eru við.

Eisini bleiv samtykt at hava eina NOM rástevnu í Føroyum um trý ár. NOM er stytting fyri Nordisk Ordførende møte, og tað er eitt netverk millum studentafeløgini í Norðurlondum og teimum Baltisku londunum. Síðst men ikki minst, so fer ráðið saman við lokaldeildinum at arbeiða víðari við, at tað skal gerast lættari hjá útisetum at fara á løgtingsval.

Ráðið
Trý teirra, sum vóru við í gamla ráðnum, stillaðu ikki upp aftur. Hesi vóru Anna Krista í Dali, Ann Kristina Svabo Simonsen og Selma Dahl Erol. Vit í MFS vilja takka teimum hjartaliga fyri arbeiðið tey hava gjørt tí farnu tíðina.

Nýggja ráðið sær soleiðis út:
Torstein Jóhannes Fríðfinsson, nývaldur
Eirikur H Sanderson, afturvaldur
Lív Egilsdóttir Olsen, afturvald
Poula Lassen, afturvald
Unn Augustudóttir Krákustein, afturvald
Anne M Hansen, nývald
Turid Christophersen, afturvald
Katrin Fríða Jógvansdótir, afturvald
Marjun Lindarstein, nývald
Guðrun Durhuus, nývald
Emil Hermansen, nývaldur

Torstein Jóhannes Fríðfinsson gjørdist formaður, Eirikur Sanderson næstformaður, Ása Hammershaimb Christiansen kassameistari og Lív Egilsdóttir Olsen skrivari.