11. november, varð nýggja Sæborg til Osmund Justinussen í Lorvík sjósett á Hafnafirði í Íslandi. Tað er skipasmiðjan Ósey, ið stendur fyri byggingini.
Hetta er bygginummar 12 hjá íslendsku skipasmiðjuni. Sæborg FD 830 er 21,95 metrar long og 6,50 metrar breið og skipið skal handast eigarunum seinast í hesum mánaðinum.
Øll spølini eru eisini gjørd á Ósey. Sama skipasmiðjan hevur eisini bygt Norðleivur, Fríðborg, Dýrindal og Gáshøvda til føroyingar.




