Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggja tjaldingarøkið klárt

Jákup Ósá

Tað er trupult at fáa eitt meira sentralt tjaldingarpláss enn á ársins Summarfestivali.

Tá Norðlýsið var framvið mánadagin sóu vit, at plássið var útgjørt til at taka ímóti gestum. Har hava fólk arbeitt seinastu tíðina við at fáa dren o.a. uppá pláss. Sum myndirnar vísa, so liggur hetta tjaldingarplássið mitt í økinum millum stóra teltið og stóra pall. Summarfestivalurin boðar frá, at enn er tjaldingarpláss eftir, sum kunnu bíleggjast hjá Norðoya Kunningarstovu.