Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggja tyrlan hjá Atlantsflog á venjing í Klaksvík í dag

Oliver Joensen

 Beint eftir døgurða í dag, sást nýggja tyrlan hjá Atlantsflog hanga uppivir Kvikk, sum liggur við stóru kaj. Hans Erik Jakobsen, tyrluskipari og leiðari á tyrludeildini hjá Atlantsflog sigur, at hetta var fyrsta ferðin hann hevði verið á flogi við hesi tyrluni. Eg havi roynt sama slag tyrlur aðrastaðni úti í heimi, men hetta var mín fyrsti túrur hendavegin við hesi spildurnýggju tyrluni hjá okkum.

Umborð nú tyrlan var á venjing i Klaksvík, vóru umframt Hans Erik, ið var flogskiparin í dag, so var annar flogskiparin í dag Óli Reynskor, Hoystarar og reddarar Høgni Joensen, David Sand og Ragnar Khaliqi.

Her nakrar myndir: