Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggja virkið hjá Bakkafrost verður nú tikið í nýtslu

Helgi Abrahamsen

Gongst sum ætlað verður nýggja virkið hjá Bakkafrost tikið í nýtslu um einar tvær vikur.

“Tað verður nakað skjótt.” Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, vildi ikki vera heilt ítøkiligur, tá vit í farnu viku spurdu hann, nær nýggja virkið á Bakka verður tikið í nýtslu.

“Tað hevur alla tíðina verið ætlanin at taka tað í brúk so skjótt sum tann fyrsti parturin er liðugur, men vit hava sum so ongan skund, tí gomlu virkini koyra til tað nýggja er klárt,” sigur hann.

“Einaferð skuldi tað vera um hálvan mai, men nú rokni eg við at tað verður um hálvan juni,” sigur Regin.


Fólk verða ikki uppsøgd

Ein av fyrimununum við nýggja virkinum er, at tað kann framleiða munandi meira við færri arbeiðsfólkum, men sambært Regini Jacobsen so merkir hetta ikki, at fólk fara at verða søgd úr starvi.

“Vit hava sagt alla tíðina, at vit fara ikki at siga nakran úr starvi, men hinvegin so hava vit ta seinastu tíðina heldur ikki tikið nýggj fólk inn. Tað er ein jøvn natúrlig útskifting av fólki alla tíðina, so hóast eingin beinleiðis verður sagdur úr starvi, so verða færri starvsfólk á nýggja virkinum,” sigur hann.


Nógvir fyrimunir

Um nýggja virkið sigur Regin Jacobsen, at tað fer at hava nógvar fyrimunir við sær.

“Vit fara at hava eina nógv betri tilbúgvingarstøðu, soleiðis at um til dømis sjúka skuldi verið staðfest í einum aliringi, so kunnu vit skjótt og effektivt fáa allan fiskin úr sjónum og fáa hann kruvdan longu sama dag,” sigur hann.

“Tann næsti fyrimunurin er, at hetta virkið hevur ein nógv størri kapasitet enn vit høvdu frammanundan.” Regin vísir á, at um alivinnan fer at vaksa í vavi tey næstur 10 til 20 árini, sum hann vónar, at hon fer at gera, so klárar nýggja virkið at fylgja við menningini.

“Eisini fáa vit øktan fleksibilitet, so um prísurin er høgur onkrar vikur, so fáa vit tikið meira tá,” sigur hann.


Kunnu menna nýggjar vørður

“Hetta er eitt rættiliga framkomið virki. Vit kunnu krivja nógv meira og arbeiða lidnar vørður við nógv færri fólkum – ella kunnu vit arbeiða meira framkomnar vørður við sama tali av fólki. Vit kunnu gera nógv meira við vørðuna og við tíðini ætla vit eisini at gera tað,” sigur Regin Jacobsen.

Spurdur um tey hava nakra ítøkiliga ætlan um nýggjar vørður sigur Regin, at tað verður eingin nýggj framleiðsla sett í gongd nú beinan vegin, men tey arbeiða við ymiskum tankum.

“Vit hava gamla virkið standandi her, og har eru tankar um at fáa onkra nýggja tøkni inn, men tað er ikki so ítøkiligt, at eg kann siga nakað um tað enn,” sigur hann.


Orkusparandi

Bakkafrost brúkar sum er rættiliga nógva orku til flutning og upphiting.

“Vit hava í dag kanska eitt stað ímillum 100 og 200 treylarar, sum koyra eftir landsvegunum um vikuna við flamingokassum, og við fiski millum virkini. Hesum fara vit nú at sleppa undan,” sigur Regin. Eisini fer orka at verða spard við at hitin frá framleiðsluni av flamingokassum verður endurnýttur.

“Vit hava frammanundan hitað fleiri virki upp við olju. Nú fáa vit eitt virki við ongari oljufýring,” sigur hann.

“Um vit taka alt hetta tilsamans, so meta vit, at hetta verður ein sparing á millum 70 og 90 mió. krónur um árið. Tað er ikki so lítið,” sigur Regin Jacobsen.

Virkini ið lata aftur nú nýggja virkið verður tikið í nýtslu eru kryvjivirkini í Kollafirði, á Strondum og í Klaksvík og framleiðsluvirkini á Glyvrum og í Fuglafirði.