Mánadagin byrjaðu teir at seta upp átta búðir, sum til samans skulu hýsa 40 børnum Úti í Grøv – í Fjallafípuni. Í gjár var liðugt at seta upp. Í morgin er liðugt at montera, og so verður vaskað fríggjadagin – klárt at taka í brúk

Nakað av ífyllu- og steinsetingararbeiði er so at gera, men miðjað verður so eftir at taka fyrra helming í brúk 20. mars.
Sum áður sagt frá, fara fyrst so við ov við eini 20 børn inn. Síðani verður so møguleiki eftir tørvi fyri at hýsa 20 børnum afturat.
Hesar átta búðirnar hava kostað 1,7 mill, tó kemur nakað av kostnaði fyri lendisarbeiði afturat.