Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggjan húsarhaldsskúla á Biskupstorgi

Óluva Klettskarð

Í mars 2016 samtykti Klaksvíkar kommuna at geva tilsøgn til at veita Húsarhaldsskúla Føroya ein íløgustuðul á 18,5 mió, um landið vildi fara undir at byggja skúlan. Tá varð kjak í sjónvarpsstovuni hjá Kvf, og skúlastjórin varð spurdur, um tað er tíðarhóskandi at byggja ein húsarhaldsskúla, líkasum ein gentuskúla -um tíðin ikki er farin frá einum slíkum.

Innovativur skúli

Hvat er ein husarhaldsskúli, og er ein slíkur tíðarhóskandi, spyrja mong. Er hetta bara ein gentuskúli? Ein fjumriløta eftir fólkaskúlan, eitt stað at fjasast eitt sindur við mangt og hvat, kanska onki? Nei, virðingin hevur ikki altíð verið nóg stór, haldi eg sjálv.

Hyggja vit, hvat skúlin lýsir við á síni heimasíðu, so sæst skjótt innovativi profilurin hjá skúlanum. Taraskeið er ovast á breddanum, hetta grønmeti úr sjónum, henda higartil óbrúkt rávøra í føroyska húsarhaldinum verður hugsað sum heilsubót, sum krydd o.a. Tari kann etast ráur, men eisini ber til at kókað, steikja, baka og turkað tara, møguleikarnir eru óteljandi. Skúlin bjóðar okkum øllum á skeið at royna alt hettar. Tey bjóða skeið í matvørureinføri fyri fólki, sum ætla at veita mat til ferðafólk í egnum heimi – heimablídni. arbeiða við mati á stovnum, sambýlum, fyritøkum, kantinum o.ø.

Og mong onnur góð og uppbyggjandi skeið verða hildin í heilsugóðum mati og ymiskum handarbeiði, og í veruleikanum líkjast fleiri háskúlatilveruni við vistarhaldi og samveru.

Eldsálir hava bygt upp. Norðoya kvinnufelag tók ítøkilig stig til skúlan í 1967, tá tær keyptu hús til endamálið, og eldsálir starvast enn á hesum stað.

Endamál skúlans er at nema sær kunnleika til evni, sum eru knýtt at dagliga virkinum hjá familjuni og tí einstaka menniskjanum í nútíðarsamfelagnum. Menning, kreativitetur og fakligheit eru í millum lyklaorðini, skúlin brúkar.

Vit kunnu siga, skúlin virkar sum eitt slag av eftirskúlatilboði, sum vit í alt ov lítlan mun eiga í Føroyum, serliga at bjóða gentum og ungum kvinnum skorta slík tilboð.

Skúlin er ein vistarskúli og hevur eitt árligt skeið á 26 vikur fyri 21 næmingum, og seinastu 15-20 árini hava tað verið 30-55 á bíðilista.

Várhálvuna virkar skúlin sum skeiðsdepil. Eini 400 fólk koma árliga í skúlan, og trivnaðurin er sera góður. Fólk koma aftur og aftur, og hvørt ár er long bíðirøð eisini til várskeiðini. Umframt fyrr nevndu skeið kunnu nevnast lívsstílskeið, foreldur og børn gera mat saman, reinførisskeið, matskeið, sum diabetikara fáa gott av o.s.fr.

Týdningarmikið starvsøkið

Matur er ikki bara føðsla og orka, kroppurin skal hava fyri at liva og orka at arbeiða. Tað hongur nógv uppi við mati av bæði samfelagsligum, mentanarligum, samskiftisligum, samleikaligum og sálarfrøðiligum týdningi. Matur umboðar bæði tíð og stað, ymiskan samleika og mentanarligan mun á fólki. Í dag flúgva hugtøkini um oyruni á okkum. Fast food, slow food, super food og so seinmodernaða í millum ungdómin í dag mormorsmad. Tey ungu leita aftur til tað autentiska, tað sum einaferð var, tað heimagjörda o.s.fr. Alt hetta meðan meðan verðarnir over there/ hinumegin hav vaksa og vaksa og fólk kring allan heimin gerast alsamt tyngri og sjúk av føðslu, skeivari ella ov nógvari

Og meðan sjónvarpið bólgnar av ger tað sjálv-sendingum, kreativum rality-showum, matsendingum, Luxusfælden, De unge mødre, ja, alt um hvussu ung skulu liva og ikki duga at liva lívið, so er tað hetta tað, tey gera á Húsarhaldsskúlanum! Læra at gerast tilvitað um húsarhald og egið lív, umframt føðslulæru, at duga at fara um, at liva eitt virkið og skapandi gerandisív.

Tí eitt húsarhald er sanniliga mangt.

Fyrr var húsarhaldsskúlin ein dannandi skúli, ein mentandi ella siðandi skúli. Og nógvar eru søgurnar um ungar gentur, sum fóru á húsarhaldsskúla, bæði í Føroyum og Danmark. Báðar langommurnar hjá synum minum í faðirlegg gingu á húsarhaldsskúla, og mangar søgur verða enn sagdar frá teimum. Ein er um ta strangu frk Sjarle, sum undir fyrra heimsbardaga mátti ansa serliga væl eftir rávøruni, av ringastu tíðum í til rávøru, og fáast mátti sum best burturúr. Hon segði við næmingarnar, tá tær lósu uppskriftina og skuldu lata út í rættin, at “Der står fløde, man kan bruge mælk -vi bruger vand!”

Í dag er húsarhaldsskúlin ein týðandi mentanarberi. Meðan tey fyrr fóru at læra seg betri matgerð og kaga út um bøgarðarnar, so verður føroyskur siðaarvurin, sum er um at hvørva úr gerandisdegnum, borin víðari á húsarhaldsskúlanum. Her verður tikið upp av seyði, seymað yndir og gjørt burtur úr heystinum, gamlar uppskriftir, handverk sum at binda, seyma og brodera til føroyska búnan, gomul snið, her verður virkað, bregdað og tólvtrað -alt møguligt, sum langt síðan er horvið úr gerandisdegnum verður tikið fram í ljósið, og ofta eisini endurnýtt og moderniserað. Og saman við gamla handverkinum verða modernað snið og kreativitetur sett í hásæti, bæði at skapa sítt egna og at duga at gera burturúr. Ógvuliga stuttligt er at vitja framsýningina við modernaðum mótashow, sum næmingarnir hava sniðgivið, evnað til og vísa fram. Einastandandi læruríkt og kreativt!

Sjálv havi eg minnir um henda spennandi og øðrvísi skúla, tó heldur óbeinleiðis, tá systir mín var á næsta húsarhaldsskeiðinum hjá frk Idu, ein donsk lærarinna. Og vit í Haraldssundi, sum mest brúktu salt og pipar, kanska var aromatið hjá Knorr eisini komið á borðið longu tá, ja, vit tóku til okkara og fóru st steikja lambskjøtið sunnudagar í rosmarin anno 1974, -stórt framstig.

Tíðin er komin

Skúlin hevur ikki havt sømilig kor at virka undir.

Samgongan hevur sett sær fyri at gera álvara av ofta umrøddum ætlanum og fer undir at byggja nýggjan húsarhaldsskúla. Og hetta kemst ikki av, at tekjan nú fyri aðru ferð reiv seg leysa, eins og vildi skúlin siga okkum hesar dagar: “Tit, nú er tíðin komin.” Skúlin er nóg ofta um- og útbygdur og umvældur, hann er ov trongur og ótíðarhóskandi og ongar seratovur eru. Og ikki ber til at økja um útbúgvingar- og skeiðstilboðini. Tíðin er komin, vit bíða ikki til 2022, men hava sett fyrireikandi pening av í ár, so farast kann av álvara undir byggingina í 2018.

Á heysti 2006 setti nevndin fyri Húsarhaldsskúla Føroya eina verkætlanarnevnd at viðgera málið og gera eina tilráðing um bygging av nýggjum húsarhaldsskúla. Úrslitið av hesum arbeiði var, at eitt álit um at byggja nýggjan húsarhaldsskúla fyrilá í 2007, og varð handað táverandi landsstýrismanni, Jógvani á Lakjuni. Síðan hevur ein bygginevnd sitið, og byggiætlanin er til reiðar.

Skúlin kemur at standa á Biskupstorgi, tætt við nýggja íbúðarbyggingina á sandinum, har undanfarna býráð hevur lagt økið út. Og búðeind kemur at verða partur av skúlanum, sum Bústaðir kemur at standa fyri. Skúlin skal knýtast upp í grønu orkuskipanina við sjóvarfalsorku, sum hinir bústaðirnir í miðbýnum.

Sum sagt, so hevur Klaksvikar kommuna givið sína tilsøgn um tilsøgn til íløgustuðul, so nú eru land og kommuna til reiðar at byggja nýggjan og tíðarhóskandi skúla í Klaksvík.

Óluva Klettskarð, løgtingslimur