Beinir Johannesen og Atli S. Justinussen vilja hava nýggjar bátabrúgvar og sølutorg á Vánni í ár. Tað skal vera lættari at vera bátaeigari.
Beinir Johannesen og Atli S. Justinussen vilja hava nýggjar bátabrúgvar og sølutorg á Vánni í ár. Tað skal vera lættari at vera bátaeigari.
Teir báðir hava lagt uppskot um nýggjar bátabrúgvar, sølutorg v.m. á Vánni 2017 fyri Klaksvíkar Kommunu.
Bátaeigarar skulu hoyrast
Beinir og Atli, sum báðir eru nevndarlimir í Vinnunevndini hjá kommununi skriva í uppskotinum, at arbeiðsbólkur skal setast, har bátaeigarar eisini verða umboðaðir.
Ramliga siga teir í uppskotinum, at arbeiði at útvega nýggjar bátabrúgvar skal í gongd.
Eitt serligt sølutorg
Í uppskotinum stendur eisini at lesa, at: gera sølutorg til sølu av fiski, fugli o.ø. Hvat teir ítøkiliga meina við hetta, stendur ikki greitt, men sæð frá vinnuligari sjónarhorni, sær tað spennandi út.
Ikki bíða við at míga
Tá útróðrarmaður kemur at landi við fullari bløðru, kann verða gott við einum vesi. Uppskotið leggur upp til, at almenn vesir vera gjørd á staðnum (t.e. bátabrúgvarnar).
Eisini skulu møguleikar fyri brúsum og myntvaskimaskinum gerast. – So sleppur konan frá at vaska oljuklæðir.
Uppskotið kann lesast í fílini niðanfyri:




