Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggjar føroyskar myndabøkur

(Hannefía Joensen)

Tvær upprunaføroyskar myndabøkur eru komnar út í vikuni. Tað er tær báðar ”Apollonia” eftir Edward Fuglø og ”Myrkaskrímsl” eftir Rakel Helmsdal.

Edward Fuglø: Apollonia
Bókin er tann fyrsta hjá Edwardi Fuglø, sum vit annars kenna sum listamann og myndprýðara. Apollonia er ein gomul genta, sum arbeiðir í einum leikhúsi, har hon seymar og vælir um búnarnar hjá leikarunum. Ein dagin, hon er niðri í Klædnagoymsluni, kann hon ikki lata vera við at lata seg í kjólan hjá Ofeliu úr leikinum Hamlet hjá Shakespeare, og knappliga er hon stødd í sjálvum leikinum.
Barnið fær á henda hátt innlit í fleiri leikir hjá Shakespeare, umframt at upplivingarnar hjá Apolloniu eru sera spennandi.
Bókin er egnað til tey 8 – 10 ára gomlu. Hon er 34 bls., innbundin og kostar 130 kr.


Rakel Helmsdal/Kalle Güettler/Aslaug Jónsdóttir: Myrkaskrímsl

Hetta er triðja bókin í einari sera væl umtóktari røð av bókum um tvey skrímsl: Lítla skrímsl og Stóra skrímsl.
Hóast navnið bendir á, at hetta átti at verið okkurt óhugnaligt, so eru hesi skrímslini góð og fitt og hava kenslur sum smá børn.
Lítla skrímsl er einsamallur heima og ræðuliga bangin, tí hann hoyrir undarlig ljóð allastaðni. Men til alla lukku kemur Stóra skrímsl at vitja, og hann torir alt og er so djarvur. Men so hoyra teir eitt ordans brak uttanfyri…
Bókin er eitt samstarv millum svian Kalle Güettler og íslendingin Áslaug Jónsdóttur, sum hevur myndprýtt allar tríggjar bøkurnar.
Myrkaskrímsl er egnað til børn frá 3 til 7 ár. Hon er 30 bls. Og kostar 110 kr.