Kappingarárið í fótbólti vísti, at mynstrið, sum teknaði seg í 2016, ikki var nakað upplop. Frá at høvuðsstaðurin hevur havt takið á føroyskum fótbólti í nærum eitt áratíggju, við einstøkum undantøkum, eru tað nú Eysturoyggin og Norðoyggjar, sum eru stinnastar í fótbólti
Kappingarárið í fótbólti vísti, at mynstrið, sum teknaði seg í 2016, ikki var nakað upplop. Frá at høvuðsstaðurin hevur havt takið á føroyskum fótbólti í nærum eitt áratíggju, við einstøkum undantøkum, eru tað nú Eysturoyggin og Norðoyggjar, sum eru stinnastar í fótbólti
Víkingur vann føroyameistaraheitið annað árið á rað. Samstundis vunnu teir silvur í 1. deild og bronsu í 2. deild. KÍ vann Løgmanssteypið í fjør, og í ár vóru tað runavíkingar, ið vunnu tað. Løgmanssteypið hevur annars havt eina stolta traditión bæði í Gøtu og í Sundalagnum. KÍ gjørdist silvurvinnarar í landskappingini, og somu lið sum vunnu sær europeiska luttøku í 2016 sleppa aftur út í Europa League í 2018.
Hjá kvinnunum teknar eitt líknandi mynstur seg. Felagsliðið við heimavølli á Eiði megnaði loksins at koppa KÍ-kvinnunum eftir mong ára einaræði í føroyskum kvinnufótbólti. Í kvinnukappingini eru tað tó bert Streymoyggin, Eysturoyggin og Norðoyggjar, ið hava lið.
Hóast tað at vinna heiðursmerki í landskappingini og løgmanssteypið fyrst og fremst snýr seg um heiður, so skerst ikki burtur, at tað eisini gevur feløgunum eitt gott fíggjarligt ískoyti, og soleiðis eigur tað eisini at vera. Nakað fer sjálvsagt burturav aftur til ferðing og uppihald í sambandi við europeiska luttøku, men vanliga plagar okkurt at liggja eftir á kistubotninum.
Merkisvert er eisini, at kappingin hjá monnum í ár var sera tøtt. Somu avbjóðarar vóru til FM sum í fjør, og onki er, sum bendir á, at hetta fer at broytast. Einasti veruligi avbjóðarin uttanfyri Eysturoynna og Norðoyggjar var B36, ið veruliga legði billett inn í bæði lands- og steypakapping, og tað rakk til bronsuheiðursmerki í aðrari kappingini og silvur í hini. Hitt miðstaðarfelagið, HB, hevur havt ikki eitt, men tvey, sera ring kappingarár, og er endað uttan nakran heiður á 5. plássi. Tað ger neyvan støðuna betri, at lítlibeiggin á Argjum nú flytur uppaftur í Effodeildina og harvið verður áhugaverdur at spæla við.
Hjá KÍ eru, sum vera man, blandaðar kenslur. Málsetningurin um at røkka FM í ár eydnaðist ikki, og steypakappingin endaði óvanliga tíðliga fyri forsvarandi vinnaran. Hinvegin góvu teir vinnandi liðunum skarpan gang, og tað var KÍ fyri at takka, at spenningur var í landskappingini til tað síðsta.
Hvussu framtíðin fer at vera, ber illa til at spáa um, men staðfestast kann, at í løtuni eru tað Norðoyggjar og Eysturoy, sum sláa tónan ann í føroyskum fótbólti, bæði sum vinnarar og sum avbjóðarar.
Mynd: ki.fo




