Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggjar lærugreinar á FHS-fjarlestri

Tíðindaskriv

Ein flokkur byrjaði á FHS-fjarlestrinum í heyst, sum Handilsskúlin á Kambsdali skipar fyri. Í heyst hevur verið undirvíst í lærugreinunum KT og Sølubúskapi C. Próvtøkur eru í hesum lærugreinum nú í januar.Í vár verða so tvær nýggjar lærugreinar bodnar út.

Ein flokkur byrjaði á FHS-fjarlestrinum í heyst, sum Handilsskúlin á Kambsdali skipar fyri. Í heyst hevur verið undirvíst í lærugreinunum KT og Sølubúskapi C. Próvtøkur eru í hesum lærugreinum nú í januar.

Í vár verða so tvær nýggjar lærugreinar bodnar út. 
Hesar eru Virkisbúskapur C og Enskt C . Byrjað verður við einum innleiðsludegi leygardagin 18. januar kl. 13.00 á Handilsskúlanum á Kambsdali.

Enn ber til at tekna seg til hesar lærugreinar. Nærri kunning og tekningarskjal er at finna á heimasíðu skúlans,http://fhk.fo/fjarlestur/