Harleywoodpaint

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggjar lygnir um Gerhard! Javnaðarflokkurin og blað teirra Sosialurin

Gerhard Lognberg

Ja nú er blaðið hjá javnaðarflokkinum Sosialurin, við tí óhefta blaðstjóranum Eiriki Lindensskov, úti aftur. Sjálvsagt er ein nýggj herferð eftir Gerhard, nú er tað lønin! Eg havi ongantíð gramt meg um løn, og eg havi altíð havt virðing fyri Jón Brian, men tann, sum er blant úlvar, má túta við.

Ja nú er blaðið hjá javnaðarflokkinum Sosialurin, við tí óhefta blaðstjóranum Eiriki Lindensskov, úti aftur.

Sjálvsagt er ein nýggj herferð eftir Gerhard, nú er tað lønin! Eg havi ongantíð gramt meg um løn, og eg havi altíð havt virðing fyri Jón Brian, men tann, sum er blant úlvar, má túta við.

Tann sokallaði stjórin Eirikur Linderskov, sum bjóðaði seg fra, sum óheftan, í kringvarpinum at viðgera Gerhard og javnaðarflokkin, og borðreiddi við tí, at eg hevði kallað formannin fyri landasvíkjara, skammulig lygn.

Tað nýggjasta er, at eg havi eina inntøku uppá kr. 100.000,00 um mánaðin, 1,2 mió um árið, hetta sambart Sosialinum. Og hesir kalla seg óheftir.

Skattaárið 2011, tá var eg borgarstjóri í kommunu yvir 500 fólk og gevur tað hægri løn, hetta árið varð mín løn kr. 675.500,00 tilsaman, bæði við løgtingsløn og borgarstjóraløn.

Tær 45.000 kr tit meina eg havið fingið fyri sjúkraflutningin, eru pengar til starvsfólkið í sjúkrabilinum, kr. 40.000,00, hinar 5.000,00 kr. fara til umsiting.

So tað er munur á 1,2 mió og knapt 700.000,00.

LES EISINI: Kendur sjournalistur finst at Sosialinum