Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggjár við buldur og brak

Norðlýsið

Nýggjársaftan varð skotið sum ongantíð fyrr. Fýrverkið prýddi Klaksvíkina nærum samanhangandi frá klokkan 20 til langt eftir midnátt

Eins og vanligt er, so var nógv fýrverk skotið nýggjársaftan. Ikki kann sigast annað enn, at tað var sera vakurt at líta á eins og myndirnar vísa.

Fýrverkið var, sum tendensurin eisini hevur verið seinastu árini, enn størri og vakrari enn undanfarin ár. Skotið var nærum samanhangandi við stórum flottum og buldrandi rakettum frá umleið kl. 20:00 til væl eftir midnátt. Veðrið var eisini av tí besta, og var hetta óivað við til, at fólk hugnaðu sær við at skjóta og eygleiða vakra loftrúmið millum fjøllini í Klaksvík.

Á midnátt vóru rættiliga nógvar neyðrakettir skotnar avstað. Eitt nú komu so nógvar neyðrakettir frá tyrlupallinum, at tað var ómøguligt at telja tær. Onkur eygleiðari hevur sagt, at væl oman fyri 150 neyðrakettir vóru í luftini í samstundis.

Ikki kann sigast annað enn, at Klaksvíkingar skutu nýggja árið inn við buldur og brak.