Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggjárs countrykonsert í Badmintonhøllini í Klaksvík

Oliver Joensen

Sunnudagin 28. desember, verður skipað fyri stórari country konsert í Badmintonhøllin í Klaksvík.

Tá fara nøkur av okkara allar frægastu sangarum og songkvinnum á pall at framføra góðan country tónleik.

Tríggir tónleikarar fara at framføra hetta kvøldið. Ein teirra er klaksvíkingurin Hallur Joensen, ið hevur givið út fløguna “Pickin’ time in Nashville” við countrytónleiki. Fløgan, sum er gjørd í Nashville, hevur fingið øgiliga góða móttøku, bæði her heima og uttanlands. Hon hevur millum annað ligið á 9. plássi á hitlistanum hjá European Country Music Association, kallaður ECMA.

Ein annar sum fer á pall í Klaksvík beint fyri nýggjár er Alex Bærentsen, ið ikki hevur framført her heima í nógv ár. Kortini kennir helst hvørt mansbarn í Føroyum eyðkenda suðuroyingin, sum tí tónleikur hansara hevur javnan verið at hoyrt í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya. Alex hevur eina sjáldsama góða rødd og tað er einki at siga til, at føroyingar hava tikið hann til sín, tí hann syngur væl.

Triði tónleikarin á palli er ein ung kvinna, sum eitur Kristina Bærentsen. Hjá henni er country tónleikurin í blóði borin, tí hon er nevniliga dóttur Alex Bærentsen. Hóast sín unga aldur hevur hon framført eitt sindur, í seinastuni serliga saman við Halli Joensen. Kristina er ein sera evnarík songkvinna,og tað verður sera spennandi at hoyra hana á pallinum í Badmintonhøllini tann 28. desember.

Forsølan av atgongumerkjum til konsertina byrjar í dag, og eru atgongumerkini at fáa á kunningarstøvuni í Klaksvík, Runavík, og Tórshavn. Atgongumerkini kosta 200 krónur, so hví ikki nýta høvið til at gleða onkran av tínum nærmastu við at geva teimum atgongumerki í jólagávu

Harleywoodpaint