Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggjárs- og heiðurskonsert

John William Joensen

Fyrsta konsertin í Spaniastovu í ár verður leygarkvøldið 4.januar kl 21-24. Hanus G. Johansen sum nýggjársaftan fekk handa Listavirðisløn Nólsoyar Páls verður høvuðsnavni á ársins fyrstu konsert í Spaniastovu.

Lagt verður upp til eina innihaldsríka konsert við flestu av bestu tónleikarunum úr Klaksvík. Bæði einstaklingar og bólkar koma at spæla kend løg og nýggj løg.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, bjóðar vælkomin til Tónabrúgv 2014.
Signhild Johannesen, forkv. í mentanarnevndini, kemur við nýggjársheilsan til tónleikarar og áhoyrarar í Spaniasovu
Rudolf Joensen kemur at siga nøkur orð um Hanus G. Johansen.

Atg.m. á kr 100 kunnu keypast í Leikalund og bíleggjast á 457151.