Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggjárshald í Runavíkar Kommunu

John William Joensen

Nýggjársnevndin í Runavíkar Kommunu skipar aftur í ár fyri felags nýggjárshaldi fyri í búgvunum í kommununi.

Byrjað verður kl. 23.15 við kyndlagongu frá Rókini og frá Glyvra skúla oman á nýggja havnarøkið.

Nýggjársrøðan verður hildin kl 23.45, røðari verður Jákup Lamhauge. Á middnátt verður stóra bálið tendrað og skotið verður við fýrverkið. Harumframt verður skipað fyri felagssangi.

Kl 01.00 verður nýggjársdansur í Støkkhøllini við Ronnie Nielsen, Hjalta Joensen, Høgna Klakkstein og Jákupi Olsen.