Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggjárshaldið á posthúshjørninum alsamt størri undirtøku

Nordlysid

– Nýggjárið er tætt knýtt at traditiónum hjá fólki, men eg haldi, at nýggjárshaldið á posthúshjørninum í størri og størri mun er byrjað at verða ein partur av nýggjársaftan hjá fleiri, og tað er bara gleðiligt, sigur Elsa Olsen, leiðari á Norðoya Kunningarstovu, sum vegna kommununa skipar fyri tiltakinum.

– Nýggjárið er tætt knýtt at traditiónum hjá fólki,men eg haldi, at nýggjárshaldið á posthúshjørninum í størri og størri mun erbyrjað at verða ein partur av nýggjársaftan hjá fleiri, og tað er baragleðiligt, sigur Elsa Olsen, leiðari á Norðoya Kunningarstovu, sum vegna kommununaskipar fyri tiltakinum.

 

Tað eru berttvey ár síðan, at Jógvan Skorheim, borgarstjóri, tók stig til at royna hettatiltakið í verki.

Sostatter  hetta bert triðja ferðin, atnýggjárshaldið á posthúshjørninum verður fyriskipað, og tí er hetta enn eittungt tiltak, ið sjálvsagt skal hava tíð til at verða inn- og upparbeitt.

Kortiniheldur Elsa Olsen, leiðari fyri Norðoya Kunningarstovu, at tiltakið so smátt erbyrjað at vinna sær eitt pláss í nýggjárshaldinum í Klaksvík.

 

– Nýggjáriðer tætt knýtt at traditiónum hjá fólki, men eg haldi, at nýggjárshaldið áposthúshjørninum í størri og størri mun er byrjað at verða ein partur avnýggjársaftan hjá fleiri, og tað er bara gleðiligt, sigur Elsa Olsen.

 

– Fyrireikingarnartil nýggjárshaldið byrjaðu fyrst í november. Nevnd er sett at skipa fyritiltakinum, og Norðoya Kunningarstova samskipar síðani tiltakið eftir ynskjumhjá nevndini. Eftirmeting er á hvørjum árið, og verður tí roynt at betra umtiltakið fyri hvørt ár.

 

– Í ár erufyrireikingar gjørdar til bæði eitt innandura og uttandura nýggjárshald,soleiðis at veðrið ikki kemur at ávirka nýggjárhaldið stórvegis.

 

– Tað gekkavbera væl í fjør. Skipað var fyri góðum undirhaldi, veðrið var av tí besta, ognógv fólk møttu, sigur Elsa Olsen.

 

Hvør fær Mentanarviðursløn Nólsoyar Páls?

Bert heiltfáir dagar og tímar eru nú eftir á niðurteljaranum her á nordlysid.fo til stóratiltakið á posthúshjørninum nýggjársaftan, og samstundis økist spenningurin um,hvør tað verður, sum í ár fer at fáa Mentanarviðursløn Nólsoyar Páls.

 

Skráin í árer hendan:

Kl. 22.00:Asta Højgaard

Kl. 22.25:Rani Nolsøe

Kl. 22.50:Borgarstjórin handar Mentanarheiðursløn Nólsoyar Páls

Kl. 23.10:Danny & The Veetos

Kl. 00.30:Felags sangur við sangarum frá Danny & The Veetos

 

Vertur erMaria Ziskason Nesá.

 

KlaksvíkarKommuna bjóðar ókeypis suppu, og møguleiki er at keypa sær okkurt leskiligt atdrekka.

 

Børnini fáanýggjárspakka.

 

Nevndin, iðkjósar evnið til mentanarheiðurslønina á hvørjum ári, hevur verið saman, oghevur tikið støðu. Spennandi verður at vita, hvør fær heiðurin í ár. Hópin avevnum eru at velja ímillum. Í nevndini sita, Oliver Joensen, blaðstjóri, JógvanSkorheim, borgarstjóri, Archibald Black fyri Norðoya Listafelag og SignhildVilhelmsdóttir, forkvinna í Mentanarnevnd Klaksvíkar Býráðs.

 

Lagt upp ertil eitt sera hugnaligt nýggjárskvøld, sum fer at enda við fýrverki á miðnátt.