Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggjárshálvmaraton 2014 verður leygardagin

Treysti

Leygardagin 4. januar kl. 11.00 skipar Roysnið fyri hálvmarathon rennikapping í Eysturoy. Henda kapping hevur verið fastur táttur seinnu árini. Hon er samstundis fyrsta rennikappingin í nýggja árinum.

Veðrið avgerandi
Um tað viðrar, verður kappingin fyriskipað leygardagin 4. januar. Er veðrið ikki til vildar leygardagin, verður kappingin flutt. Endalig støða verður tikin fríggjakvøldið og kunngjørd á www.fif.fo. Sum veðurforsøgnin sær út í løtuni, so verður runnið leygardagin.

Rutan
Sum vanligt verður byrjað á vegnum oman til Funningsfjørð á leið áraka eystara tunnilsmunnanum. Startøkið er flutt nakrar metrar longur norður í mun til seinasta ár. Runnið verður úteftir móti málinum á Tofta kei. Málið verður á sama stað, sum tá runnið bleiv Runt Agnið,

Á Skipanesi verður farið eftir niðara vegnum til Søldarfjarðar. Í Runavíkini verður sneitt oman á Fjøruveg við Sjómansheimið.

Bert fyri vaksin
At renna eitt hálvmarathon á hávetri er krevjandi. Tí hava fyrireikararnir gjørt av, at í hálvmarathon renningini leygardagin kunnu bert tey luttaka, ið eru fødd í 1999 ella fyrr.

Bólkarnir eru hesir:
-Kvinnur/Menn (f. -1999)
-Kvinnur/Menn Veteranar (f. 1959-68)
-Kvinnur/Menn Superveteranar (f. -1958)

Byrjað verður kl. 11
Hálvmarathon kappingin byrjar kl. 11.00 á vegnum oman til Funningsfjørð.

Tilmelding og gjald

Tilmelding fer fram her á heimasíðuni www.fif.fo innan midnátt fríggjakvøldið 3. januar. Til ber eisini at melda til við startin og í seinasta lagi kl. 10.45 kappingardagin.

Luttøkugjaldið, sum er kr. 50 verður goldið, tá startnummarið verður avheintað við startin leygardagin.

Eftir renningina, stutt eftir tá øll eru komin á mál, verður heiðursmerkjahandan og hugnaløta í Tofta Skúla. Har verður eisini møguleiki fyri umklæðing.