Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggjársheilsan frá Tony Paris, høvuðsvenjara hjá KÍ: KÍ hevur tey bestu viðhaldsfólkini

Norðlýsið

Ein heilsan av skrivaraborðinum hjá høvuðsvenjaranum!
Desember 2006.

Eftir áheitan frá Ítróttar-Norðlýsinum hevur Tony Paris sent viðhaldsfólkunum hjá KÍ hesa nýggjársheilsan, har hann millum annað greiðir frá, at onkrar broytingar eru farnar fram, men umframt tað eru ongar ætlanir um hóp-útskiftingar á KÍ-liðnum, tí liðið kláraði seg væl í fjør, men at hann arbeiðir við at finna ein avloysara fyri Atla Danielsen í verjuni umframt at onkur álopsleikari fer at koma til royndarvenjingar.



Ein heilsan av skrivaraborðinum hjá høvuðsvenjaranum!

Desember 2006.



Eg undrist á, hvussu skjótt tíðin rennur. Tað er løgið, men tað er ein veruleiki, at tað nú eru bara heilt fáar vikur, til venjingarnar undan enn einum kappingarári av álvara byrja.



Venjingar

við vektum

Eyðun Klakstein og Kristian Dam skipa í løtuni fyri vektvenjing í Íðka, har umstøðurnar til slíka venjing eru sera góðar. Ætlanin er at gera hesar venjingar til ein fastan part av okkara skipan fyri komandi kappingarár og víðari fram.

Topp-feløg kring um heimin brúka hetta slagið av venjingum. Hesar geva leikarum ta ógvuliga neyðugu styrkina, sum er sera umráðandi í dagsins modernaða fótbóltsspæli, og sum eisini kann fyribyrgja skaðar.



Ikki ætlanir um

hóp-útskiftingar.

Eg kann eisini staðfesta fyri tykkum, at leikararnir eru væl fyri og fúsir at koma aftur til fótbóltin og okkara spennandi visiónir.

Eg trúgvi, at vit hava styrkt okkara leikarahóp til komandi kappingarár við nøkrum nýggjum leikarum, sum eg vænti fara at hjálpa okkara ætlanum um at gerast teir bestu!

Eg trúgvi ikki uppá at gera hóp-útskiftingar í leikarahópinum, tí liðið kláraði seg væl í fjør.



Ein avloysara fyri

Atla og ein í álopið.

Hinvegin havi eg verið nógv upptikin hesu megin Atlantarhavið av at leita eftir tveimum nýggjum leikarum til lið okkara, og eg vóni inniliga, at tað vil eydnast at fáa hesar.

Eg havi ferðast nógvar kilometrar her yviri fyri at síggja so nógvar dystir sum gjørligt ymsastaðni í USA.

At vit hava mist Atla Danielsen fer at krevja ein góðan leikara í hansara stað, so eg eri varugur við, at okkum tørvar ein sterkan leikara í verjuketuni at taka hansara pláss.

Eisini havi eg samband við onkrar álopsleikarar, sum eru áhugaðir at koma til Føroya. Eg fari tó at taka hesar inn til royndarvenjingar, so vit fyrst kunnu staðfesta, hvussu hesir laga seg til liðið og umhvørvið annars, áðrenn bindingar verða gjørdar.



Venjingarstøðan

á enn hægri støði.

Tað er helst rætt at siga, at HB hevur gjørt onkrar góðar leikarasáttmálar afturat fyri komandi kappingarár. Leikarasáttmálar geva tó ongan garanti fyri fyri stórum sigrum! Hetta hava vit sæð manger ferðir í tí farna. Harvið er ikki sagt, at teir ikki fara at klára seg væl, men sum eg sigi, so finnast eingi garanti.

Hinvegin stúri eg ongantíð fyri mótstøðuni. Ætlan mín er, sum altíð, at byggja upp eitt gott lið, sum m.a. er grundað á gott samanhald og sjálvsálit.

Eg haldi, at okkara venjingarstøða var góð í seinastu kapping, men ætlanin er, at hon í komandi kapping skal verða á einum enn hægri støði!



Stevið er gott millum

venjarar og leikarar.

Eg haldi, at stevið millum leikararnir og meg sum venjara er rættiliga gott, m.a. tí vit longu í ávísan mun hava sæð, at tað gevur úrslit.

Vónirnar eru góðar um eitt gott kappingarár, og eg eri so miðvísur sum ongantíð fyrr eftir at vinna. Vit vóru nær við at gera tað í fjør.

Okkara leikarar hava funnið aftur á ta vinnandi slóðina, og ætlan mín er at halda fast um hesa góðu gongdina, har eingi afturstig verða loyvd.



Javnleikirnir

kostaðu FM.

Vit mugu sjálvandi finna útav at klára okkum betur, tá vit spæla á heimavølli, tí tað er jú har, at stigini skulu vera tey tryggastu at vinna.

Somuleiðis mugu vit umgangast tað stóra talið av javnleikum, sum hava kostað okkum sera nógv stig.

Heilt erliga, so vóru tað mest av øllum javnleikirnir, sum kostaðu okkum fyrstaplássið í fjør!

Áðrenn kappingina í fjør hevði eg gjørt eina forsøgn, har roknað varð við, at vit fóru at vinna 54 stig í teimum íalt 27 landskappingardystunum. Tað hevði verið bert eitt stig frá fyrstaplássinum í landskappingini.

Tá av tornaði, høvdu vit vunnið okkum íalt 45 stig. Samstundis høvdu vit spælt íalt 9 javnleikir, sum samanlagt høvdu kostað okkum 18 stig, so tað er lætt at rokna út, hvat hevði hent, um vit høvdu megnað at vent hasum javnleikunum til sigrar!!



KÍ-viðhaldsfólk eru

tey bestu í landinum.

Hóast tað hevur verið vælsignað at verið heima aftur og hjá familjuni, so má eg viðganga, at eg eisini havið saknað mina víðkaðu familju í mínum eyka heimstaði, Klaksvík!

Tað er altíð tungt at fara heiman, men samstundis merki eg ein spenning í mær sjálvum, nú tíðin so smátt aftur nærkast, at eg komi aftur til Klaksvíkar.

Eg gleði meg til aftur at uppliva tykkara framúr stuðul, tí tað er eingin ivi um, at tit, KÍ-viðhaldsfólk, eru tey bestu viðhaldsfólkini í øllum landinum.

Eg vóni, at jólini vóru tykkum ein góð høgtíð við gleði og friði, og sum vit nú stevna inn í 2007, vóni eg, at vit øll hava í huga, hvat er týdningarmikið í okkara lívum, og at vit liva hvønn dag, sum var hann okkara seinasti.



Tykkara í fótbólti.



Tony Paris

Høvuðsvenjari hjá KÍ

1977-78-99

2006-07