Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggjárssendingin verður endurtikin

Kringvarp Føroya

Aftur í ár sendir Kringvarp Føroya nýggjárssending beinleiðis av Hotel Føroyum í samstarvi við eitt privat framleiðslufelag. Í mun til í fjør samstarva Kringvarpið og privata framleiðslufelagið soleiðis, at óheftnið í tíðindaflutninginum verður betur tryggjað.

Aftur í ár sendir Kringvarp Føroya nýggjárssending beinleiðis av Hotel Føroyum í samstarvi við eitt privat framleiðslufelag. Í mun til í fjør samstarva Kringvarpið og privata framleiðslufelagið soleiðis, at óheftnið í tíðindaflutninginum verður betur tryggjað.

Nýggjársaftan er dagurin, har vit øll, hvør í sínum lagi, minnast aftur á farna árið og í spenningi fara inn í eitt nýtt ár. Gamlaárskvøld er serstakt fyri okkum sum einstaklingar, men so avgjørt eisini fyri okkum sum tjóð.

Sjálvdan er felagskensla okkara sterkari enn hetta kvøld, og tískil er tað sjálvsagt, at føroyingurin hevur høvi at minnast afturá, fegnast um tey, sum hava staðið seg væl, og fáa møguleikan at kaga inn í komandi árið.

Kringvarpið gjørdi í fjør eina samstarvsavtalu við eitt privat framleiðslufelag um at standa fyri nýggjárssendingini. Sendingin eydnaðist væl – burtur úr komu einir 6 tímar av góðum sjónvarpstilfari við tíðindum, kjaki, ítrótti, skemti, tónleiki og mentan.

Aftaná sendingina tók eitt ávíst kjak seg upp um leiklutin hjá Kringvarpinum, og um hvørt tað var rætt av Kringvarpinum at lata eitt privat felag framleiða sendingina. Funnist varð eisini at kunningini í sambandi við avgerðina at útveita framleiðsluna.

Endurtaka tiltakið – eitt sindur øðrvísi

Kringvarpið hevur eftirmett tiltakið og samstarvið við privata felagið, og avgjørt er at endurtaka nýggjárstiltakið frá Hotel Føroyum við ávísum broytingum.

Leiðslan í Kringvarpinum er nøgd við dygdina í sendingini í fjør og heldur, at tað var eitt gott hugskot at seta saman eina skrá, sum fevndi um alt kvøldið. Á tann hátt fær hyggjarin høvi til at samanseta sítt egna nýggjárskvøld, samstundis sum tað er møguleiki fyri at fylgja við nýggjárssendingini.

Harafturat fegnast Kringvarpið um, at privatir sponsorar vilja vera við til at tryggja, at tað ber til at seta eina slíka risasending á skránna. Tó hevur Kringvarpið hesaferð sett sum treyt, at Kringvarpið skal stíla fyri partinum av sendingini, sum hevur við tíðindaflutning, løgmansrøðuna og politiska kjakið aftaná at gera. Óheftnið hjá KvF skal vera óskalað.

Sendingin er hesaferð skipað soleiðis, at tað verður sent beinleiðis av Hotel Føroyum frá umleið kl. 18.30 til farið er um midnátt. Seinni verður kunnað nærri um innihaldið í sendingini.

Kringvarp Føroya

Dia Midjord, stjóri

Harleyfacadeacryl