Hóast veitslurnar fyrr vóru nýggjársaftan so varð hetta broytt í 2000, men í ár verður veitslan so aftur 31. desembur
Orsøkin til at samkoman gavst at hava veitslu nýggjársaftan varð serliga við atliti til barnafamiljur, men nú er so avgerð tikin um at hon aftur skal verða nýggjársaftan.
Sum Norðlýsið skilir er eingin beinleiðis orsøk til hetta.
Barnaveitslurnar, verða hósdagin 30. desember. Fyri børn yngri enn 7 ár kl. 15 og fyri børn sum eru 8 ár og eldri kl. 19.
Vaksmannaveitslan verður sum sagt fríggjakvøldið 31. desember kl. 19.
Sí lýsing í blaðnum fríggjadagin.




