Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggju leikararnir stóðu seg væl

John William Joensen

Símun Joensen á miðvøllinum og Meinhard Joensen í KÍ málinum stóðu seg væl í Runavík.

Oddbjørn Joensen var nøgdur við nýggju leikarnar sum royndu seg í Runavík.
– Símun Joensen leikti á miðvøllinum og hann kláraði seg væl. Hann er væl fyri og stríddist væl.
–  Meinhard Joensen hevði eisini nakrar avgerandi bjargingar og málið kundi hann einki gera við.
 
Deadline mikudagin
Mikudagin er seinasta freist at fáa leikarar til KÍ, tí sambart kappingarreglunum hjá FSF er ikki loyvt at flyta leikaraloyvi eftir henda dag.
Vit spurdu Oddbjørn og KÍ kann vænta at fáa fleiri leikarar, segði hann at tað kundi hann hvørki avsannað ella vátta í løtuni.

Liði í Runavík
KÍ liðið í Runavík, sá soleiðis út:
Meinhard Joensen, málverji. Leon, Jan A., Niclas og Harley í verjuni. Atli, Høgni og Símun á miðvøllinum. Arnhold, Hjalgrím og Heðin í álopinum.
Í seinra hálvleiki skifti venjarin Arnhld og Hjalgrím út og inn komu Kristoffur og Ovi.
Niclas fór út við skaða og inn fyri hann kom Tórur.