Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggjur 2nd Hand handil latið upp á Kósini

Oliver Joensen

 Tað er Jørgen Jákup Waag, ið er eigari og sum stendur fyri nýggja búkt handlinum í Klaksvík. Jørgen Jákup Waag sigur, at handilin hevur latið upp ídag tunnilsdagin, fyri fyrstu ferð. Frameftir fara vit at hava opið dagliga. Vøran, sum vit selja ída, er mest slíkt, sum mamma mín Helen Waag hevur átt, men frameftir vóna vit at fólk fara at koma til okkara við brúktum tingum, sum tey ikki hava brúk fyri longur.

Haldi tað er spell at næstan alt slíkt fer til sølustøð í Havn, og tí fari eg at vita um tað ikki ber til at hava ein slíkan handil í Klaksvík, sigur Jørgen Jákup Waag at enda.