Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggjur dagstovnaskáli í Klaksvík

Orð og myndir: Dávur Winther

Í hesi løtu verða átta búðir settar saman til ein dagstovnaskála hjá Fjallafipuni í Klaksvik. Ætlanin er at hava pláss fyri 40 dagstovnabørnum – gjørt í tveimum eindum á 20 børn.

Eisini verður starvsfólkaøki í miðjuni og øki við bólkarúmum.

Í fyrstu syftu verður onnur deildin til 20 børn tikin í nýtslu, har miðað verður ímóti at hesin partur letur upp 20. mars.

Dagstovnaskálin, sum liggur Úti í Grøv, skal nøkta verandi ansingartørv í kommununi saman við hinum stovnunum í býnum og skal tryggja komandi tørv, sigur Beinta Klakstein, forkvinna í Trivnaðarnevndini, Børn & Ung – og leggur hon afturat: Hetta so at komandi ansingarøking og eisini tilflytarar hava vissu fyri ansing.

Niels Juul Arge er dagligur leiðari á Fjallafípuni.

Harleyfacadeacryl