Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggjur handil á Fossánesi

John William Joensen

Maibritt Sivertsen, hevur latið upp nýggjan handil í Norðdepli

Tað hevur í eina tíð hvørki verið handil á Viðareiði ella í Hvannasundi – men nú er handil aftur í Hvannasunds Kommunu og tí er ikki neyðugt at koyra allan vegin til Klaksvíkar eftir dagligdags vørum.

Handilin hjá Maibritt, er navnið á nýggja handlinum og tá Norðlýsið vitjaði inni á gólvinum sóu vit ein sera snotiligan handil.
Maibritt greiddi frá at handilin verður opin frá kl. 9 til kl. 20 á kvøldi.
– Eg fari sjálv at standa í handlinum um dagin – men út á kvøldi fari eg nokk at hava onkran at arbeiða fyri meg, segði Maibritt við einum smíli.