Í dag kl. 14 letur nýggjur spennandi handil upp í Lucas Debesargøtu 10 í Havn. Talan er um handilin “No. 10”, ið er eitt Keramikkstudio við verkstaði og handli. Tað eru tær báðar Kára Gunna Óladóttir og Óluva Johannessen, ið eiga og reka handilin.

Óluva er útbúgvin listahandverkari í keramiskari sniðgeving á tí lítla, men heimskenda Glas- & Keramikskolen Bornholm, sum er partur av Danmarks Designskole. Óluva Johannessen hevur sín egna, mjúka, áhitna stíl, ið hevur ruddað henni slóð til fleiri framsýningar í eitt nú Listaskálanum hjá Listasavni Føroya og Norðurlandahúsinum.
Kára Gunna Óladóttir hevur drúgvar royndir sum lærari í leirlist hjá kvøldskúlanum í Havn. Leirlistin hjá No. 10 hevur higartil fingist til keyps í Østrøm og aðrastaðni, men møðgurnar hava nú kastað saman og forma og selja sína leirlist á egnum verkstaði í Lucas Debesar gøtu.
Í handlinum fæst leirlist og brúkslutir av alskyns slagi og stíli. Alt frá koppum, føtum, stakum, flísum og knappum til vøsk, stórar krukkur og standmyndir. Eisini fáast bundnar vørur við serligum finessum. Eyðkent fyri allar vørurnar er, at talan er um unika list, tað vil siga at alt er hondgjørt og unikt.
No. 10 hevur opið gerandisdagar kl. 10-18 og leygardag kl. 10-1