Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggjur handil og Café við Nólsoyarpállsgøtu

John William Joensen

Vima og Jóannes Leivsgarð byggja nýggjan bygning sum ferða at hýsa handlinum hjá Vimu og einari Café sum kemur at hava terrassu oman móti sjónum.

Vima og Jóannes Leivsgarð byggja nýggjan bygning sum ferða at hýsa handlinum hjá Vimu og einari Café sum kemur at hava terrassu oman móti sjónum.

Í vikuni vóru formarnir til fyrstu hæddina av nýggja handilsbygninginum tiknir niður og eftir ætlan skal handilin og Café í niðaru hæddini takast í brúk til Summarfestivalin.

Jóannes Leivsgarð sigur at tað er Jóhan Purkhús sum er byggiharri og alt arbeiði verður liðugt í November.

– Bygningurin er 18 x 10 metur og er i 3 hæddum. Í lendishæddini, norðari endi, verður tógvhandilin hjá Vimu og í sunnara endanum verður ein cafe sum eisini fer at brúka terassuna oman ímótið sjónum. Uppiá verða tað tvær íbúðir umleið 135 m3 (við lofti). Vit fara ikki sjálvi at hava Café, men har kemur ein leigari at stíla fyri.