Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggjur Húsarhaldsskúli á skrá fyri býráðsfundin í kvøld

Helgi Abrahamsen

Klaksvíkar Býráð fer á  fundi  í  kvøld at viðgera  eitt mál um nýggjan  húsarhaldsskúla  í  miðbýnum.

Húsarhaldsskúli Føroya hevur seinastu árini arbeitt við  at fáa nýggjan skúla til endamálið, millum annað tí at eftirspurningurin eftir tilboðunum á skúlanum er nógv størri, enn verandi karmar loyva. Harumframt eru verandi karmar sera ótíðarhóskandi, stendur í fundarskránni fyri býráðsfundin.

Húsarhaldsskúlin hevur saman við avvarðandi mynduleikum arbeitt við eini byggiskrá, ið nú endaliga er liðug og verður eftir ætlan handað landsstýriskvinnuni áðrenn mánaðarskiftið. Fyri at verkætlanin kann gerast veruleiki, er tørvur á, at kommunan játtar sín part av stuðlinum til verkætlanina, og tí hevur Húsarhaldsskúli Føroya sent kommununi umsókn um stuðul.

Býráðsfundurin í kvøld byrjar klokkan 17:30.

(Les meira um Húsarhaldsskúlan í Norðlýsinum sum kemur út í morgin)