Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggjur KÍ-leikari verður avdúkaður í morgin

Danial Viðoy

Í annaðkvøld klokkan 19.00 byrjar ársins endaveitsla hjá KÍ. Tað eru nógv fólk, ið koma á veitsluna, men enn eru nøkur fá atgongumerki eftir, sum kunnu keypast við at ringja á 220222. Nýggjur KÍ-leikari verður avdúkaður.

Í annaðkvøld klokkan 19.00 byrjar ársins endaveitsla hjá KÍ. Tað eru nógv fólk, ið koma á veitsluna, men enn eru nøkur fá atgongumerki eftir, sum kunnu keypast við at ringja á 220222. Nýggjur KÍ-leikari verður avdúkaður.

Norðlýsið hevur júst nú havt samband við tveir av fyrireikarunum, Ernu Torleifsdóttir Sigurðsson og Eyðun Thorgeirsson. – Tey bæði upplýsa, at eitt av hæddarpunktunum í veitsluni verður avdúking av nýggjum KÍ-leikara.

Tað er eingin veitsla uttan mat og drekka. Í ár hevur eydnast at fáa Gepetto at stjórna matinum. – Talan verður um eina 3-rættaða forkunnuga matskrá, siga tey bæði við ein munn.

Undir borðhaldinum, fer m.a. Heini í Skorini, dúgligur samfelagsviðmerkjari, at gestarøða. Umframt hann, fer Jørgen Niclasen, ’the grand old man’ í politikki, eisini at føra fram gestarøðu. – Hesir báðir boða frá góðskugóðum undirhaldi.

Aðrar forvitnisligar røður við venjarum og øðrum fara eisini at krydra borðhaldið.

Bláa Bylgja fer aftur í ár, at heiðra leikarar hjá kvinnum og monnum.

Tá ið borðhaldið endar, endar kvøldið ikki. Klokkan 00.00 byrjar dansur við Anfinn & co. og Quarter To Three.

Bæði tvey, Eyðun og Erna, vænta og vóna eitt gott kvøld. Tað verður tað heilt víst!

Harleyfacadeacryl