Ísak Mikladal sigur, at ætlanin um at smíða nýggjan Klaksvíking nú verður veruleiki.
10 mannafarið Klaksvíkingur hevur vunnið FM einastu 5 heilu kappingarárini, sum báturin hevur róð. Í 2006, 2009, 2011, 2012 og 2013.Tað verður royndi bátasmiðurin Sámal Hansen, sum eisini smíðaði gamla Klaksvíking, sum skal smíða bátin, sigur Ísak Mikladal, sum er skrivari í KRF.
– Tað arbeiði fer í gongd skjótt og um hálvan apríl verður báturin væntandi handaður til felagið. Síðani tekur tað eini tvær vikur at fáa bátin kláran til at rógva, so 1. mai hava vit sett sum mál at hava Klaksvíking kláran hjá manningini at venja í fram til Norðoyastevnu, sum er 6. juni. Vit koma eisini at gera eitt sindur burturúr, tá nýggi Klaksvíkingur verður flotaður, so hetta er ein spennandi tíð hjá kappróðrinum í Klaksvík. Tað eru mest royndir rógvarar, sum manna Klaksvíking og í løtuni telur hópurin 16-17 mans, tá eykamenn eru taldir uppí. Tað er royndi rógvarin Janus Dam-Jacobsen, ið hevur róð við Klaksvíkingi øll árini síðani 2006, sum stendur á odda fyri Klaksvíkingi 2015. Harafturat hevur felagið gjørt sær greitt, at bæði kynini skulu vera eins væl fyri og er 10-mannafarið tann ”besta deildin” hjá monnum, so eru 6-mannafør tað hjá kvinnum. Tí hava vit bílagt nýggjan Páll Fanga til kappingarárið 2016. Núverandi Páll Fangi er ikki eins nógv slitin sum Klaksvíkingur, men vit meta tó, at best er at fáa ein nýggjan Páll Fanga, sigur Ísak Mikladal.
Longri samrøða við Ísak er í Norðlýsinum, sum kom í sølubúðirnar fríggjadagin.




