Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nýggjur ráðgevi hjá Vinnuhúsinum

Jóhann Lützen

Vinnuhúsið hevur sett Alva Hjelm í starv sum ráðgeva

 

Alvi Hjelm byrjaði í farnu viku sum ráðgevi hjá Vinnuhúsinum. Alvi er útbúgvin Cand.merc.(jur.) frá Copenhagen Business School og hevur royndir frá danska fíggjareftirlitinum.

Starvið fevnur um ráðgeving av limunum í Føroya Arbeiðsgevarafelag innan setanar- og sáttmálaspurningar. Harumframt er Alvi tengdur at Ráðgevarafelagnum og Handilsvinnufelagnum sum ráðgevi og skrivari.