Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggjur sáttmáli millum Føroya Reiðarafelag og Skipara- og Navigatørfelagið

Skipara- og Navigatørfelagið

Gamli sáttmálin millum feløgini var galdandi til 1. januar 2015. Hann hevur verið longdur, fyrst til 1. mars 2015 og seinni til 1. apríl 2015.

Tá semja ikki fekst millum feløgini um nýggjan sáttmála vóru boð send eftir semingsmonnum.

Feløgini hittust til fyrsta fundin saman við semingsmonnunum, Símini Absalonsen og Terja Sigurðson, mánadagin 13. juli 2015 kl. 10.

Henda dagin samráddust partarnir til kl. 22; tá var semja um at hittast aftur týsdagin 14. juli kl. 8.

Tá nakað var fráliðið 14. juli fóru semingsmenninir at ganga ímillum partarnar; við tí endamálið at fáa orðað eitt semingsuppskot, sum leggjast kundi fyri partarnar at taka støðu til.

Týsdagin 14. juli kl. 21.20 løgdu semingsmenninir uppskot fyri feløgini at taka støðu til. Teir vildu – í seinasta lagi kl. 23.00 – hava skrivlig boð frá feløgunum um tey kundu taka undir við uppskotinum ella ikki.

Føroya Reiðarafelag tók undir við uppskotinum, men Skipara- og Navigatørfelag vrakaði semingsuppskotið. Partarnir vóru kortini sinnaðir at halda fram at samráðast, og mikudagin 15. juli, kl. 13, vóru báðir partar samdir um at skriva undir nýggjan tvey-ára sáttmála.

Nýggi sáttmálin er galdandi frá 1. juli 2015 til 1. apríl 2017.