Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggjur sáttmáli til Meinhardt Joensen

Jákup Ósá

KÍ hevur í kvøld tryggjað sær ein sáttmála afturat.

KÍ hevur í kvøld tryggjað sær ein sáttmála afturat.

Talan er um 36 ára gamla málverjan Meinhardt Joensen. Meinhardt er millum leikararnar við flest royndum í føroysku kappingini og hevur spælt 306 dystir í bestu deildini. Formaðurin í KÍ, Tummas Lervig, fegnast um nýggja sáttmálan.
– Vit eru fegnir um, at Meinhardt framhaldandi verður partur av okkara hópi. Hann hevur havt ein týðandi leiklut fyri okkara hóp, tí tað hevur týdning hava hava eitt sterkt málmanstoymið og tað hava vit í Meinhardt og Kristian. Hóast hann ikki hevur fingið so nógva spælitíð í ár, so hevur Meinhardt víst fyrimyndarligan hugburð, sigur Tummas Lervig.
Nýggi sáttmálin millum Meinhardt og KÍ er galdandi fyri kappingarárini 2017 og 2018.