– Suðuroyggin er ein spennandi avbjóðing, sigur Søren Z. Jakobsen sum í morgin letur upp nýggjan handil á Tvøroyri
Søren Z. Jacobsen, sum saman við konuni , Morid, og soninum Hans Paula, eiga Sportmaster í Klaksvík, byrjað í morgin eitt nýtt kapitul, tá tey lata upp nýggjan handil á Tvøroyri.
– Síðani tað frættist at vit fóru at lata upp handil á Tvøroyri hava vit fingið sera positiv aftursvar úr suðuroynni.
– Onkur hevur tó verið eitt sindur kritiskur og spurt um vit eins og onnur handilsfólk koma suður við gomlum vørum og so stongja aftur tá vøran er seld.
– Her kann eg siga at vit hava sett okkum eitt áramál til at arbeiða okkum inn. Vit fara at hava opið í minstalagið 17 ár, so tað skal eingin ivi verða um at vit ynskja at veita suðuroyingum eina sera góða tænastu og at vit eru komin fyri at gerast partur av lokala handilslívnum.
– Tá vit tóku avgerð um at stongja matvøruhandilin í Garðinum kundu vit staðfesta at vit framhaldandi eru í bestu árum og sonur okkara í enn betri árum – tí var beinan vegin leita eftir nýggum handilsmøguleikum.
– Sportmaster er baði í Klaksvík og í Tórshavn og tað er ikki so lítið sum suðuroyingar hava keypt frá okkum seinastu mongu árini.
– Eg haldið eisini at fólk á Tvøroyri eru spent um nýggja handilin og í morgin bjóða vit kundum okkara nógv góð upplatingartilboð, sigur Søren Z. Jakobsen.




