Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggjur stjóri settur á Strandaraskipum Landsins

VMR

Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, hevur sett Hilmar Eliasen í starv sum stjóra á Strandfaraskipum Landsins.

Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, hevur sett Hilmar Eliasen í starv sum stjóra á Strandfaraskipum Landsins.
Hilmar Eliasen er 47 ára gamal og útbúgvin Cand.merc.jur. Hilmar hevur drúgvar royndir frá privata vinnulívinum, m.a. innan kontraktstýring og logistik hjá Vestas Wind Systems A/S. Hilmar hevur eisini royndir frá reiðaravirksemi frá starvi í Royal Artic Line A/S og sum chefkonsulent hjá Danmarks Rederiforening. Hilmar tekur við starvinum 1. juni